Nýggja vaktar- og bjargingarskipið kostar 72,5 mill. í Kina

? Vit kunna dokumentera, at byggikostnaðurin av nýggja vaktar- og bjargingarskipinum í Kina er 72,5 milliónir. Hetta er ein bindandi fastur prísur fyri alt projektið sambært settu krøvum frá Vaktar- og Bjargingartænastuni, sigur Álvur Mortensen á skipsmeklaravirkinum Maretec á Argjum

Nú fjølmiðlarnir ta síðstu tíðina hava nevnt ymisk tilboð viðv. tí nýggja vaktar- og bjargingarskipinum og serliga hvat tilboðnum frá Kina viðv., síggja vit okkum noyddar til at koma við eini frágreiðing um støðuna í dag.

Hetta gera vit, av tí at Maretec nú er komin inn í projektið orsakað av, at statsfyritøkan í Kina, sum hevur givið tilboðið uppá at byggja nýggja vaktar- og bjargingarskipið, hevur valt at byggja skipið á skipasmiðjuni, sum skipsmeklaavirkið Maretec á Argjum samstarvar við í Kina.

Í samband við tíðindi í Útvarp Føroya varð nevnt, at tilboðið at byggja nýggja vaktar- og bjargingarskipið í Kina nú var hækkað uppí 88 milliónir. krónur

Í hesum sambandi hava vit tosað við bæði skipasmiðjuna í Kina, sum vit umboða, og Elmar Højgaard frá Vaktar- og Bjargingartænastuna fyri at fáa greiðu á nevndu príshækking.

Áftan á givnar upplýsningar frá Elmar Højgaard á Vaktar- og Bjargingartænastuni og aftaná, at vit hava verið í samband við skipasmiðjuna í Kina aftur, skilja vit, at misskiljingar eru onkursvegna um skandinavisku útgerðina v.m.

Fyri at umganga slíka misskiljing hava vit biðið skipasmiðjuna í Kina um eina neyva útgreinan av útgerðini sum hoyrir til tilboðið.

Vit kunna nú upplýsa og dokumentera, at byggikostnaðurin í Kina er US$ 11,3 milliónir, sum er okkurt um kr. 72,5 milliónir. Hetta er ein bindandi fastur prísur fyri alt projektið sambært settu krøvum frá Vaktar- og Bjargingartænastuni.

Við í prísinum er so at siga øll útgerðin skandinavisk og kann sum dømi nevnast:


?Høvuðsmotorar, skrúvugreiðir, hjálpimotorar, generatorar, o.s.fr. frá MAN B&W, Wartsilia, MAK, Cummins, Deutz ella líknandi.


?Skandinavisk deksútgerð, síðuskrúvur, høvuðstalva o. s. fr. frá Ulstein, Aukra o. s. fr.


?Øll nautiska útgerðin er frá Furuno, Skanti og líknandi og er prísásett upp til US$ 1,4 mill. (ca. kr. 9 milliónir). El-káplar v. m. verða eisini í tráð við Skandinaviskan standard og krøvum frá Vaktar- og Bjargingartænastuni.


?Skipið verður annars bygt í tráð við Skandinaviskan standard sambært teknisku specifikatiónuni og tekningum uppá skipið.


Leveringstíðin er 16 mánaðir.

Íslendskst skipaverkfrøðingafelag hevur givið tilboð uppá eftirlit í byggiperiodini, og kemur hetta at kosta kr. 2,2 milliónir íalt.

At sigla skipið heim til Føroyar nýtist ikki at kosta meira enn umleið kr. 1,5 ? 2,0 milliónir.

Tað varð nevnt í útvarpinum, at viðurskiftini at byggja í Kina vóru ótrygg. Hetta vilja vit afturvísa soleiðis við at vísa á, at alsamt fleiri reiðarar úr skandinavia byggja í Kina og eru sera væl nøgdir við skipini.

Fyri at lýsa støðuna í Kina verður víst á fylgjandi - Staturin eigur allar skipasmiðjurnar í Kina, og Kina er í dag triðjstørsta skipabyggitjóð í heiminum eftir Japan og Suður Korea.

Umleið 40 skip eru bygd í Kina seinastu tvey árini til reiðarí í bara í Skandinavia. Sum dømi kann nevnast fylgjandi:


?Reiðaríið ?Clipper? í Danmark hevur bygt 12 x 28.000 deyðvekt, bingjuskip í 1995-1997 í Kina.


?Fyri einum mánað síðani vóru 4 x 137 metrar langir kemikaliutangabátar leveraðir í Kina til reiðaríið ?Stenersen A.S.? í Bergen, Noregi.


?A.P. Møller í Danmark hevur bygt 4 bingjuskip í Kina, og teir byggja í løtuni 8 bingjuskip og 4 tangabátar afturat í Kina.


?Ein 71,3 m nóta- & trolbátur verður í løtuni bygdur í Kina til Íslands og verður hetta skipið leverað síðst í 1999 á tí somu skipasmiðjuni, sum hevur bjóðað seg fram at byggja vaktar- & bjargingartænastuskipið fyri føroyingar.

Skipasmiðjan sum bjóðar seg fram at byggja vaktar- og bjargingarskipið er ein fyrstafloks skipasmiðja, sum er góðkend í tráð við ISO 9002 standardin, ið er ein altjóða standardur fyri ?Quality Management System Standards?. Skipasmiðjan hevur eisini bygt fleiri kavbátar, sum í sær sjálvum vísir á høga standardin.

Nevnast skal eisini, at skipasmiðjan hevur spesialistar, sum hava bygt til Europa fyrr. Hesir eru eisini í gongd við at byggja tað nýggja nóta- og trolskipið, sum vit í løtuni byggja fyri Íslandskan keypara á hesari skipasmiðju.

Sum tryggleika fyri byggiharran verður veittur fyrstafloks bankganantiur (refund-guarantee) í byggitíðini

Annars eru fleiri hundrað skip bygd í Kina til reiðarí í Europa, Norður Amerika v. m. tey seinastu árini.

Hetta skuldi givið eina klára ábending um, at reiðarí í Skandinavia og aðrastaðni í vesturheiminum hava álit á Kina og hesi meta, at tað er trygt at byggja skip í Kina og at nógvur peningur er at spara við at byggja har. Sostatt skuldi einki verið í vegin fyri, at Føroyingar byggja sítt vaktar- og bjarginagarskip har.


Vinarliga heilsan

Álvur B. Mortensen