Nýggjan barnagarð í næstu viku

Í næstu viku verður tann nýggi barnagarðurin í Vági tikin í nýtslu. Í barnagarðinum er vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli, og børn í hesum aldursbólkum flyta í nýggja bygningin í næstu viku.

Vágs kommuna skrivar á heimasíðu síni, at við tí nýggja barnagarðinum hevur kommunan tvey sera góð tilboð til foreldur, sum ynskja barnaansing. Nýggi barnagarðurin kemur afturat verandi dagrøktarskipan, sum heldur áfram.

Barnaansingin í Vági verður hereftir skipað soleiðis, at børn undir trý ár verða í dagrøktarskipanini og í vøggustovuni í nýggja barnagarðinum, meðan børn, sum eru trý ár og eldri, koma at ganga í barnagarði og í frítíðarskúla í tí nýggja barnagarðinum.