Sjónvarp Føroya fer nú undir vetrarskránna, og tað merkir, at føroysku sendingarnar koma aftur á skíggjan.
Hvørt sunnukvøld kl. 20.00 verður ein føroysk sending á skránni, og nú sunnukvøldið verður tað "Ein gerandisdagur". Tað er Corona Film, sum hevur gjørt átta slíkar sendingar um føroyingar, vit øll kenna, og sum siður er, verður ikki avdúkað, hvør persónurin er fyrr enn sendingin fer í luftina.
Mentanarsendingin Basalt verður aftur á skránni í vetur. Farna vetur var hon eina ferð um mánaðin, men nú verður hon triðju hvørja viku.
Sum nakað nýtt verður ein sending hvørt týskvøld eftur Dag og Viku við uttanríkispolitiskum tíðindum. Hon hevur fingið heitið Globus og mál verða viðgjørd, sum júst nú eru sera aktuell uttan í heimi. Fyrstu ferð henda sendingin verður á skránni er annað týskvøld, 15. september, og tað verður Birita Weihe, sum áður hevur tikið sær av Flogmúsini, ið framyvir arbeiðir við hesum.
Eingin broyting verður í tilboðnum til tey smáu, - sum vant eiga tey hvørt týskvøld, mikukvøld og hóskvøld kl. 19.00 teknifilm við føroyskari talu. Týskvøld verður tað Krokk, mikukvøld Mumi og hóskvøld er Fimla á skránni, og sum vant verður tað Gundur Mortensen, sum tekur sær av teirri sendingini.
Hvørt mikukvøld kl. 20.00 er kjak á skránni í SvF. Tróndur Djurhuus, stjóri í Sjónvarpi Føroya, heldur fram við Krosskasti. Øssur Winthereig, sum arbeiddi í SvF fyri nøkrum árum síðani, kemur nú aftur og uppgáva hansara verður at gera eina kjaksending, sum verður send annað hvørt mikukvøld. Hendan verður fyrstu ferð á skránni mikukvøldið 23. september.
SvF um SvF, sum er sendingin ið sigur frá skránni komandi vikuna umframt øðrum áhugaverdum innan loftmiðlaheimin, kemur aftur á skránna hvørt fríggjakvøld aftaná tíðindini. Grannarnir koma somuleiðis aftur og sum vant leygarkvøld kl. 20.00, men tó ikki fyrr enn seinni í hesum mánaðinum.
Nú sunnudagin byrjar SvF við fótbólti. Dysturin í EM-undankappingini millum Føroyar og Kekkia, sum verður kl. 15.00 verður sjónvarpaður. Og kl. 17.00 verður fráfaringarguðstænastan, sum var í Vesturkirkjuni seinasta sunnudag í sambandi við, at Høgni Poulsen, prestur, fer frá, verður send í SvF. Í vetur byrjar Sjónvarp Føroya at senda leygardag og sunnudag kl. 14.00.