Nýggjar skúlastovur fyri Gamla Realskúlan

Í dag fer býráðið í Havn at taka støðu til keyp av fýra skúlastovum til at loysa fyribilstørvin, nú Gamli Realskúlin í Havn er stongdur Síðan 12. mars hevur sum kunnugt eingin skúlagongd verið í Gamla Realskúlanum í Havn. Hetta er skúlin, sum hýsti miðdeildini í Tórshavnar Kommunuskúla.

Á fundi í dag, sum byrjar klokkan 15, fer býráðið ætlandi at taka støðu til keyp av fýra skúlastovum.

Hetta er liður í eini ætlan um, hvussu hølistrupulleikarnir skulu loysast komandi skúla ár, nú Gamli Realskúlin ikki fer at verða brúktur til undirvísing aftur.

Tað eru trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin hjá Tórshavnar Kommunu, sum mæla býráðnum til at keypa.

2,5 miljónir

Í skrivinum, sum fyriliggur til fundin í dag, verður víst á, at Gamli Realskúlin er stongdur vegna vantandi brunatrygd og grundleggjandi vánaligar umstøður við eitt nú ongum wc.

Mett verður, at kommunan kann keypa fýra undirvísingarhøli ? ella skúlastovur ? fyri 2,5 miljónir krónur og innbúgv fyri 260.000 krónur.

Mælt verður til, at býráðið játtar 2,760 miljónir krónur til keypið.

Heildarætlan

Ætlanin er annars at gera eina heildarætlan fyri Tórshavnar Kommunuskúla, sum skal gjøgnumførast komandi árini, so hølistrupulleikarnir verða loystir.

Hetta arbeiði byrjar ætlandi í heyst.

Á tíðindafundi, sum borgarstjórin, Heðin Mortensen, kallaði til í morgun, skiltist, at ætlanin er at seta nýggju skúlastovurnar upp í skúlagarðinum ? ella so tætt uppat skúlanum sum gjørligt.