Nýggjar tíðir í SMS

Umfatandi umvælingarnar hjá SMS ganga eftir ætlan. Um ein lítlan mánað lata handlarnir upp sum vant. Harímillum eisini onkur nýggjur handil. 9. oktober byrjar føroyska Burger King ævintýrið. Nýggjar tíðir við stórum matarstaði og strongum krøvum liggja fyri framman

SMS

Tað hevur vakt ans hjá teimum flestu, at SMS í hesum døgum er farið undir umfatandi byggiarbeiði á miðhæddini. Ikki tí tað hevur skortað við umtalu, so tóku vit túrin niðan í einastu sølumiðstøð av sínum slag í Føroyum ? SMS.
Nýggja matarstaðið hjá SMS verður góðar 750 m2 til støddar. Matarstaðið kemur at umfata Perluna, Sunset Boulevard og Burger King. Av hesum trimum er Burger King nokk tað mest forkunnuga, sum eisini er kent úr øðrum londum.
?SMS er faktiskt niðurslitið og óhóskandi til nútíðarkrøv, segði Hans Mortensen, stjóri og annar av eigarunum av SMS, fyri einari tíð síðani um orsøkirnar til, at teir eru farnir undir hesar nógvu og stóru umbyggingarnar.
Niels Mortensen, stjóri fyri SMS, sigur, at teir í eitt ár og nakrar mánaðir hava arbeitt við hesum hugskotinum við at hava Burger King v.m. í SMS.
?Burger King var tað fyrsta, vit royndu at fáa hendavegin, tá vit gjørdu av at fara undir hesar umvælingarnar. Tað var av trupult at fáa teir at ganga við til hetta, men orsakað av teimum nógvu vitjandi í SMS, so gekk Burger King við til at koma hendavegin, sigur Niels Mortensen.
Hann las um Sunset Boulevard í einum blað og helt, at hetta virkaði rættiliga áhugavert. Sunset Boulevard leggur seg eftir at gera sunnan mat, ið inniheldur sum minst av feitti. Afturat hesum báðum verður eisini Perlan at síggja í SMS í framtíðini. Hetta verður kortini ikki Perlan, sum vit kenna hana í dag. Perlan fer at selja tey best umtóktu produktini hjá sær, t.e. morgunbreyð o.a. um morgunin og matvørur sum steak o.a. seinnapartar og seint fyrrapart.
Øll trý matarstøðini fara at virka á tann hátt, at tú stendur í kø uttanfyri ein disk. Tað verður ikki sum nú, at tú kanst ganga inni í Perluni. Hetta sparir heilt fitt av plássi.
Fyri sovítt verður talan um trý ymisk støð við hvør sínum sitiplássum, men ætlanin er, at fólk skulu kunna seta seg hvar tey vilja. Í alt verða 260 sitipláss til tær tríggjar matstovurnar.
?Vit satsa uppá alla familjuna og at nøkta hvønn tørv. Við hesum trimum matstovunum hava vit eitt ógvuliga breitt útboð, sum skuldi verið nakað fyri øll, sigur Niels Mortensen.
Burger King kemur at vera longst vestureftir, t.e. móti Sparikassanum, Sunset Boulevard fer at vera í miðjuni og Perlan verður longst eystureftir. Allar tríggjar matstovurnar fara at liggja á rað, og sitiplássini vera so útfyri matstovurnar.
Útsjóndin hjá Burger King verður í 50? ara stíli og ógvuliga amerikanst. Sunset Boulevard hevur somuleiðis sín egna stíl, sum tó ikki fer at víkja nógv frá stílinum hjá Perluni.
Í vestara endanum verður eisini Drive-in. Hetta verður kortini bert um kvøldarnar, tí økið skal nýtast til parkeringsøkið um dagarnar. Enn er ikki heilt greitt, hvussu frá- og tilkoyringina verður skipað í sambandi við drive-in.
Eisini verður stórt spæliplás til børn knýtt at teimum trimum matstovunum á nýggja 750 m2 hjá SMS.
Millum 25 og 30 fólk koma at arbeiða í alt á teimum trimum støðunum. Higartil hava fýra fólk verið í Malmø í Svøríki fyri at fáa venjing frá Burger King. Eisini eru trý fólk í Esbjerg og lærast upp í sambandi við Sunset Boulevard. Seinni fara átta fólk afturat avstað til Malmø fyri at læra kynstrini í øllum sum ger og er Burger King.
Burger King, Sunset Boulevard og Perlan lata upp 9. oktober.

Franchise
Bæði Burger King og Sunset Boulevard eru skipaði sum franchise fyritøkur. Hetta merkir, at tú kanst keypa rættindin til at kalla teg fyri Burger King. Fyri at sleppa at kalla teg hetta, so skalt tú eisini halda sama støðið, ið tær verður álagt. Tað er meiningin at ein vøra frá eitt nú Burger King skal smakka tað sama í Føroyum ella Avstralia.
?Hetta setir ógvuliga strong krøv til okkara. Krøvini eru ikki nakað, sum vit eru vanir við í Føroyum, og hetta halda vit eisini er gott fyri okkum, tí støðið má vera høgt, sigur Nielse Mortensen.
Burger King eiga amerikumenn. Burger King er so við og við vorðið kent um allan heimin. Sunset Boulevard hinvegin er ein donsk keta, ið veruliga hevur fingið vind í seglini í Danmark.
Strongu krøvini merkja m.a. at eina ferð um mánaðin kemur eitt umboð frá Burger King og/ella Sunset Boulevard á vitjan.
?Hesin persónurin kemur inn og keypir sær okkurt. Vit fáa einki at vita. Tríggjar dagar eftir vitjanina fáa vit eina rapport, har vit fáa skoðsmál fyri mat, tænastu, reinføri v.m. Halda vit ikki sama støðið, so kunnu vit missa loyvið, sigur Niels Mortensen.
Talan er um størstu umbyggingina hjá SMS síðano 1986, tá bilkjallarin v.m. vórðu bygd. Leiðslan fyri SMS hevur góðar vónir
?Vit meta, at hetta kann bera til, sigur Niels Mortensen, sum sigur á ongan hátt vóna, at hetta stigið hjá teimum fer at ganga útyvir kappingarneytarnar aðrastaðni í býnum.

Benetton og Sportsmaster
Umbygginginar geva SMS einar 200 m2 av gólvplássi afturat. Hetta merkir m.a. at Skálkur fær meira rúm á ovastu hæddini. Ein lyfta er eisini sett upp millum miðhæddina og ovastu hædd við sunnaru inngongdina. Posthúsið er flutt og eitt stórt vesi verður har ístaðin.
Barnahandilin Schann fer í søguni. Har, sum Schann heldur til, verður ístaðin Benetton, sum eisini fyri tað nógva selir barnaklæðir.
Sportsmaster verður eisini at síggja í SMS í framtíðini. Klivin verður fluttu longur eystureftir, og har Klivin hevur hildið til verður í framtíðini Sportsmaster.