Nýggjar ternubøkur frá Bókadeildini

Bókadeild Føroya Lærarafelags er farin undir nýtt slag av útgávum. Bøkurnar hava fingið heitið Ternubøkur. Hetta eru bøkur, ið eru ætlaðar at verða brúktar serliga í skúlahøpi, av tí at tær leggja upp til orðaskifti og prát um evni, sum kunnu vera trupul at tosa um, og evni sum vit ikki vanliga nerta við - sokallað tabuevni

- Ternubøkurnar eru meira krevjandi at lesa enn tær bøkurnar, sum vit vanliga geva út. Tær seta spurnartekin við ymiskt, sum fyriferst í samfelagnum og okkum menniskjum. Bókadeildin leggur dent á, at hetta eru virðisløntar dygdarbøkur, sum hava fingið góð ummæli, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Fyrstu bøkurnar í røðini eru Børn á markinum eftir Bent Haller og Onki eftir Janne Teller. Hetta eru bøkur, sum nógvir lærarar longu kenna og hava lisið á donskum, men nú eru tær týddar til føroyskt.

– Mangan detta tílíkar bøkur, sum ikki eru so líkatil at lesa, niður ímillum, og tað er stórt spell, tí at tær lata upp fyri viðkomandi spurningum og víðka um sjónarringin, sigur Marna Jacobsen, ritstjóri á Bókadeildini.

Í Børn á markinum eru 41 søgur og hvør søga fyllir bert eina síðu. Bókin snýr seg um børn, ið eru á markinum til eitthvørt og ikki altíð av egnum ávum. Og stendur tú á markinum, hevur tú eitt val: hvønn veg fert tú? Tað valið kanst tú sum lesari gera, meðan tað er lítil vón fyri teimum børnum, sum Bent Haller lýsir í hesum stuttu prosapettunum. Søgurnar eru bonskar og realistiskar bæði í evnisvali og máli.

Í ummæli á folkeskolen.dk (10. apríl 2008) sigur Trine Einspor, at tú sum lærari í donskum fegnast, tá ið tað koma slíkar bøkur av stuttprosaslag út til børn.

- Vit á Bókadeildini vænta eisini, at føroyskir lærarar fara at fegnast um bókina, tí hon er bæði av sera høgari bókmentaligari dygd, samstundis sum hon leggur upp til, at næmingar og lærarar kunnu brúka nógva tíð at greina og tosa um innihald í bókini, sigur Marna Jacobsen.

Bókin Onki er ein eksistentiel frásøgn um meiningina við lívinum ella heldur vantandi meiningina við lívinum, tí tað er vegna meiningsloysi, at Pierre Anthon fer upp í eitt træ at seta seg og at tveita blommur eftir floksfeløgunum og eisini at tveita uppáhald niður yvir tey um, at onki hevur týdning.

- Floksfelagir Pierre Anthons fara undir eitt satt sisofysarbeiði at savna saman prógv fyri, at okkurt hevur týdning. Endamálið er sjálvsagt at fáa Pierre Anthon niður úr blommutrænum og at gevast at onkisgera alt, sigur Marna Jacobsen. - Prógvini verða stáplað í ein dunga og byrja sum meinaleysir lutir, men enda við at verða livandi prógv um nakað, sum veruliga hevur týdning fyri hvønn einstakan, ella ikki … Tí tað er júst spurningurin: hevur hetta týdning, ella er alt týdningarleyst, tí vit kortini ein dag øll skulu doyggja?

Bent Haller

Børn á markinum

Bergur Rasmussen týddi

58 bls./heft

Janne Teller

Onki

Oddfríður M. Rasmussen týddi

162 bls./heft