Nýggjasta um Jóan Símun

Flytingarvindeygað letur aftur: Jóan Símun Edmundsson fortelur um støðuna í OB

Jóan Símun Edmundsson situr í løtuni í Odense og bíðar, eftir at okkurt skal henda, nú flytingarvindeygað letur aftur á midnátt. Hann er útihýstur úr OB, har hann hevur sáttmála til í summar.

 

Les eisini: Jóan Símun upp á tal í Brøndby

 

- Í løtuni bíði eg bara eftir at umboðsmaðurin ringir, so fáa vit at síggja um tað kemur nakað konkret. Sum nú er, sær tað ikki út til at eg skifti, men tað kann broytast skjótt, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Les eisini: Jóan Símun og OB skiljast

 

Føroyski landsliðsspælarin stóð eftir, tá OB fór á venjingarlegu fyri kortum. Á heimasíðuni skrivaði felagið, at venjarin bara vildi hava spælarar við, sum ætlaðu at halda fram í felagnum. Toftamaðurin undrast tó á, at hann skuldi sita eftir, tá aðrir spælarar í somu støðu eru við, meðan hann er sinnaður at geva seg fult.

 

Les eisini: Jóan Símun skilir ikki avgerðina

 

Fyrr í vikuni bleiv hann settur í samband við Brøndby, meðan hann í dag er nevndur í AGF. Sosialurin hevur fyrr sett hann í samband við bæði belgiskan og hollendskan fótbólt. Enn tykist óvist, um eitt skiftið kemur upp í lag áðrenn midnátt.