Kanningar hjá danska ferðslustýrinum vísa, at CO2-útlátið hjá nýggjum persónbilum er meiri enn 25 prosent minni enn hjá teimum bilunum, sum komu á vegin fyri 10 árum síðani. Bara frá 2009 til 2010 minkaði útlátið seks prosent.
Ferðslustýrið fegnast um, at alt fleiri danir keypa bilar í orkuflokki A, sum kunnu koyra einar 18 kilometrar fyri hvønn litur av bensini.
-At keypa sær ein lítlan bil er ikki longur eitt tekin um, at ein ikki hevur ráð at keypa sær ein stóran bil, men sigur meiri um, hvussu keyparin hugsar, sigur Mikkel Thomsager, blaðstjóri á Bilmagasinet, við DR.
Í fjør keyptu danir 150.000 nýggjar bilar. Ferðslustýrið sigur, at í meðal er CO2-útlátið hjá bilunum, sum vórðu keyptir í fjør, 132 gram fyri hvønn kilometur, sum bilurin koyrir. Fyri tíggju árum síðani var nøgdin hjá bilum, sum tá komu á vegirnar, 180 gram fyri hvønn kilometur.