Í dag koma níggju fólk frá eini av heimsins størstu fyritøkum, BP Amoco, til Føroya við leiguflogfari beinleiðis úr Bretlandi. Ferðin er liður í fyrireikingunum hjá BP Amoco til oljuleiting á føroyska landgrunninum.
BP Amoco hevur verið virkið á føroyaøkinum nú í fleiri ár og hevur gjørt eitt rættiliga stórt tøkniligt arbeiði nú undan 1. útbjóðing. Blaðið skilur, at BP Amoco eftir øllum at døma verður millum oljufeløgini, sum fara at søkja um loyvi at bora á landgrunninum.
Tey mongu útlendsku oljufeløgini skulu hava fundir við føroyskar oljumyndugleikar fyri at kunna teir um, hvussu langt felagið er komið við sínum kanningum. Eisini verður høvi undir vitjanini at hitta umboð fyri ymsar partar av føroyskum vinnulívi, almennar stovnar ol.
Leiðin gongur eisini út í Tinganes, har BP-fólkini skulu hitta Anfinn Kallsberg, løgmann. Ein heilur tími er settur av til henda fundin.
Ein møgulig umsókn frá einum tí størsta oljurisanum í heiminum at bora á landgrunninum er helst ein av teimum, sum føroyskir oljumyndugleikar bíða við spenningi eftir. Tí nettupp BP Amoco er tað oljufelagið, sum hevur mestu royndirnar frá oljuøkjunum beint við føroyska markið. BP Amoco er í dag operatørur á báðum oljufeltunum vestan fyri Hetland, Foinaven og Schiehallion.
Tað er tí greitt, at BP Amoco hevur mong ítøkilig úrslit at vísa á frá økjum, sum liggja stutt frá føroysku teigunum, ið eru bodnir út.
Tað hevur eisini verið gitt, at møguligar oljugoymslur, sum BP Amoco kann hava funnið skamt frá markinum, kunnu halda fram inn á føroyskt øki. Er nakað í hesum má metast, at BP Amoco hevur serstakan áhuga fyri ávísum teigum føroysku megin markið. M.a. hevur skotska blaðið Press & Journal gjørt nógv burtur úr einum brunni, ?Conival?, sum BP Amoco hevur borað tætt upp at markinum, men sum felagið enn ikki hevur viljað latið nakrar upplýsingar um.
Oddamaðurin í stóra BP Amoco bólkinum, ið kemur til Føroya í dag, er Peter Rattey, stjóri. Hetta er fyrsta vitjan hansara í Føroyum.