26. juli giftast 35 ára gamli Ian Skylv Hansen og Óluvá Poulsen, sum er 32 ár, nú tey hava gingið saman í 11 ár. Tey bæði búgva í Havn, og tí verður vígslan í Vesturkirkjuni. Ian fer í føroysk klæði og Óluvá hevur keypt sær ein hvítan brúðarkjóla niðri, og so hava tey lænt bobluna hjá Sofusi at koyra við. Eitt serligt við brúdleypinum hjá teimum báðum er, at har verða heili níggju smáar brúðargentur, ið allar verða í fínum kjólum, sum Sanna Rasmussen hevur seymað teimum.
Ian og Óluvá eiga tvey børn, eina dóttir, sum er fýra ár og ein eitt ára gamlan son.
Veitsla fyri 250 gestum verður í HB húsinum, har Anskar úr Dali kokkast við trimum rættum. Afturvið verður vín og sodavatn og seinni eisini barr. Undir borðhaldinum undirhalda Finnbogi og Bjarni Lisberg, meðan Spaðar Fimm spæla til dansin aftaná. Tá brúðarparið ikki orkar meira, stendur svitan á Hotel Føroyum klár til teirra.
Blómur: Gladiolus og sólblómum
Litir: Turkis og hvítt