Níggju fólk færri í januar

Skrásetingar hjá Hagstovuni vísa, at fólkatalið í Føroyum minkaði við níggju fólkum í januar, tá talið kom niður á 48.565. Fólkatalið í Føroyum kvinkaði eitt vet niðureftir í januar mánaði í ár. Tað veit Hagstovan at siga.

1. januar í ár var fólkatalið í Føroyum 48.574, og hóast burðaravlopið var 8, minkaði fólkatalið samlað við níggju fólkum.

Burðaravlopið í Tórshavn var átta, men netto fráflytingin var 10, so samlað minkaði fólkatalið í Tórshavn við tveimum fólkum í januar.

Í Norðoya sýslu var støðan beint øvugt. Har var burðaravlopið minus tvey, men nettoflytingin var níggju á plussíðuni, so samlaða fólkatalið vaks við sjey fólkum.

Vága sýsla og Sandoyar sýsla vísa eisini eina samlaða tilflyting á ávikavist fýra og fimm fólk, og tað svarar til ávikavist 0,1% og 0,4%.

Størstu minkingina hevur Streymoyar sýsla ? Havnin undantikin ? eitt burðaravlop á minus eitt og eina nettofráflyting á 11. Fólkatalið minkar sostatt í Streymoy annars við 12 fólkum.

141 fólk fluttu av landinum í januar, meðan 124 fluttu til Føroya. Nettoslytingin var sostatt minus 17 fólk. Í januar fluttu 199 fólk millum kommunur í Føroyum, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.