Nýggju gjaldskortini kunnu arga

Nýggju chip-gjaldskortini kunnu koma upp á tvørs í útlandinum, tí øll eru ikki til reiðar at taka ímóti teimum. Í summum internethandlum ber ikki longur til hjá føroyingum at gjalda við gjaldskortinum. PBS og VISA royna at loysa trupulleikarnar

Føroyingar hava fingið nýggj gjaldskort við chip, sum við tíðini skal gera gjaldsháttin við kortum tryggari enn áður.
Men tryggari merkir ikki endiliga lættari, og føroyingar upplivað nú, at tað eru ikki øll, sum kunnu taka nýggju kortini.
Tað er uttanlands og á interneti, at trupulleikar nú kunnu stinga seg upp, og nógv av tí hevur samband við Ongland.
? Barnasjúkur raka ofta tey, sum ganga undan, og í hesum føri er tað PBS, tí so nógv gjaldskort eru skift út eftir stuttari tíð, sigur PBS, sum umsitir gjaldskortini í Danmark og í Føroyum.

Kortini skulu verða tryggari
Nógva staðni kring heimin verður í hesum døgum skift frá teimum gomlu gjaldskortunum til nýggj chipkort.
Tað er trupult at margfalda upplýsingar, sum liggja krypteraðar á einum chippi, og chippið skal gera gjaldaskortið bæði tryggari og meira fjølbroytt at nýta.
Men nýggju kortini, sum donsku og føroysku peningastovnarnir lata sínum viðskiftafólkum, hava bæði chip og magnetstrípu, og tað skal tulkast sum ein roynd at innføra chip-kort, men har tað eisini er gjørligt at brúka gomlu magnetstrípuna. Harvið er framstigið ikki so stórt, sum tað hevði verið, um magnetstrípan varð tikin burtur, men talan er um eina yvirgongd til chip-kort, og í løtuni verður magnetstrípan brúkt sum ein eyka trygd, tí nógvastaðni kann chip als ikki brúkast enn.

Tekur tíð at tillaga
Flestu londini í Europa eru í holt við at skifta til nýggju kortini, men júst hendan tíðin, tá ið skift verður, kann skapa órógv, og sambært PBS kunnu tey, sum brúka kortini, koma út fyri trupulleikum í eina tíð.
Ein orsøk til hetta er, at nýggju donsku gjaldskortini kunnu brúkast í átta ár, og tað vilja ikki allir terminalar góðtaka.
Serliga í Onglandi er tað komið fyri, at terminalar ikki vilja taka kortið, tí har ganga gjaldskortini ikki yvir longri tíð enn 5 ár. Tað sama er við nógvum internethandlum, har skipaninar ikki eru gjørdar til handfara kort, sum kunnu brúkast í upp til átta ár.
? Vit kenna dømi um, at terminalar í útlondum og internethandlar ikki vilja taka nýggja kortið, og tað er serliga í Onglandi, at hetta kann koma fyri. Men VISA International kannar hetta og skal loysa trupulleikan, tí nýggju kortini lúka allar treytir hjá VISA, sigur PBS.
PBS heitir á fólk um at siga teimum frá, tá tey hava havt trupulleikar við nýggja kortinum, men hevur eisini onkur góð ráð at geva.
? Fert tú uttanlands við einum Visa/Dankorti, er tað eitt gott hugskot eisini at hava aðrar møguleikar at gjalda ? antin við reiðum peningi ella við øðrum gjaldskorti. Tað kann koma fyri, at tú missir gjaldskortið ella ikki kanst brúka tað, sigur PBS.

Føroyingar líta á PBS
Gjaldskortini hjá føroysku peningastovnunum koma øll frá PBS, sum mennir og umsitir hesi kort, og føroysku bankarnir hava fult álit á, at PBS røkir sína uppgávu til fulnar.
? Vit hava ikki upplivað nakrar serligar trupulleikar við nýggja gjaldskortinum, men eg eri fullvísir í, at eru onkrir smærri trupulleikar at byrja við, so loysir PBS teir, sigur Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka.
? Vit fáa einki gjørt við gjaldskortini, tí hetta eru kort hjá PBS, sum vit hava fingið loyvi at brúka. Tað er harmiligt, um tað eru onkrir smærri trupulleikar við nýggja gjaldskortunum, men soleiðis kann tað verða, tá ið nakað nýtt verður tikið í brúk. Eftir tí, sum vit kenna til, so riggar nýggja gjaldskortið væl, sigur hann.