Nýggju pantupphæddirnar raka Føroya Bjór

Nýggju pantupphæddirnar hava við sær, at ølið og sodavatnið hjá Føroya Bjór verður dýrari. Føroya Bjór skilir ikki, at kunngerðin ikki varð send teimum til hoyringar Í gjár frætti Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, at fløskupantið á smáum fløskum er sett upp.

- Umhvørvisstovan sigur, at hetta fer at gera tað nógv lættari, men vit kunnu vísa á, at brúkarin bløðir, við at prísurin má upp.

Haraftrat hava vit roknað okkum fram til, at vit í ein mánað missa 200.000 til 300.000 krónur orsakað av kunngerðini, tí vit mugu lata meira fyri hvørja returfløsku, enn vit hava selt hana fyri, sigur Einar Waag.

Ein kassi við 30 fløskum í fer at kosta 15 krónur meira.

Hann heldur tað haraftrat vera løgið, at fløskupantið skal upp, tí returfløskan er tað mest umhvørvisvinarliga ílatið. Pantið á returfløskum hevur í fleiri ár verið 1,50 krónur. Nú er pantið tvær krónur.

Fyri íløt, sum rúma yvir hálvan litur, er pantið fýra krónur.