Níggju skúlar far at kappast um Skúla FM í íverkseting og tað er tað størsta talið nakrantíð.
Tað er Íverksetarahúsið, sum hevur skipað fyri íverksetin í fólkaskúlanum í samstarvi við Mentamálaráðið, og tað hava tey gjørt síðani 2010.
Íverksetaraundirvísingin er skipað sum ein kapping fyri næmingar í 9. og 10. flokkunum kring landið og tað er ein av týdningarmestu arbeiðsøkjunum hjá Íverksetarahúsinum.
– Umframt at læra at stovna, og reka, egið virkið, læra næmingarnir at vera nýskapandi og at menna góð hugskot sum skapa virði fyri onnur, sigur Íverksetarahúsið.
Skúla FM er skipað í fimm pørtum, og í teimum pørtunum fara næmingarnir ígjøgnum grundleggjandi venjingar har tey læra at framleiða og menna nýggj hugskot, og at handfara tað trýst sum ofta er.
Kappingin í ár byrjaði við at ungi, danski íverksetarin, Casper Blom, var í Føroyum og undirvísti 700 næmingum úr hesum níggju skúlunum.
Skúla FM endar við einum finalu seinasta vikuskifti í februar, har besti næmingabólkur úr hvørjum skúla leggur sítt virki fram.
Skúlarnir sum eru við í Skúla FM í ár, eru úr øllum landinum. Talan er nevniliga um Nám X, Skúlin á Fløtum, Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin við Løkin, Skúlin á Skúlatrøð, Vestmanna Skúli, Meginskúlin í Sandoy, Vágs Skúli og Tvøroya Skúli.