.Sum flestum kunnugt er tað ein sera stór avbjóðing hjá RSF og stevnufyrireikarum at avgreiða FM-róðrarnar. Hesar fyrireikingar kunnu ikki samanberast við aðra ítrótt uppi á landi. Róðurin hevur nevniliga nátturukreftirnar sum sín samstarvsfelaga, og ikki er hesin altíð lættur at hava við at gera. Serliga er hetta galdandi, tá streymur og vindur ikki eru róðrinum til vildar. Tí hevur ikki altíð verið líka lætt at fáa bátarnar skjótt og væl frá startinum.
Tey nógvu seinastu árini hevur fastur startur verið nýttur á ymisku stevnunum, men ógvuliga misjavnt er, hvussu hetta hevur eydnast. Eyðsæd var, at tíðin var farin frá gomlu útgerðini, og at nýggj útgerð mátti til fyri at fáa avgreitt róðrarnar betur.
Tá komið var til varmakeldu í Fuglafirði vístu fuglfirðingar stórsemi og gávumildni. P/f Vónin og kappróðrardeildin hjá ÍF við teimum trimum gomlu kappróðrarmonnunum Steingrími á Vollanum, Jón Nolsøe Olsen og Dávi Juul á odda, gjørdu ein nýggjan start av sera góðum tilfari. Royndirnar undir kappróðrinum á Fuglafirði vístu, hvussu einastandandi væl hesin starturin riggaði. Eftir róðurin á Varmakeldu bleiv starturin ognaður RSF. Vit i RSF vilja tí nýta høvi til at takka inniliga fyri hesa stórfingnu gávu.
Tá komið var til Fjarðastevnu, fóru góðar kreftir í gongd við at arbeiða fyri at útvega ein start afturat av sama slag, sum tann, ið bleiv nýttur í Fuglafirði.
Aftur bjóðaði P/f Vónin seg til at gera ein start, sum RSF kundi ogna sær fyri ein bíligan penga. Men hóast hetta góða tilboð var talan kortini um nógvan pening fyri RSF.
Farið var tí til 11 ymiskar fyritøkur kring landið, og vístu hesar vælvild við at stuðla RSF við einum nýggjum starti.
Hesum fyritøkum vil RSF eisini takka hjartaliga. Eisini ein stór tøkk til Dan Petersen av Skála fyri stóru hjálpina.
Sum áður sagt hava nýggju startirnir givið sera góð úrslit. Vónandi vera teir føroyskum kappróðri at gagni í nógv ár framyvir.
Umframt føstu startirnar hevur RSF í ár ognað sær nýggja upptøku-útgerð til dømingina á málinum. Føroya Sparikassi vísti her stóra vælvild við at stuðla keypinum av útgerðini. RSF vil tí eisini senda Føroya Sparikassa eina hjartans tøkk fyri stuðulin.
At enda fara vit í RSF at ynskja øllum eina góða ólavsøku.