BMW-3 hevur í mong ár verið tann mest týðandi bilurin hjá BMW verksmiðjuni í München, og tann sum hevur givið mest avkast til fyritøkuna. Tí er tað av stórum týdningi, at kundarnir taka væl ímóti bilinum.
Nýggi BMW-3 verður nakrar sentimetrar longri og breiðari enn forgangarin.
Bilurin kemur fyrst sum sedan, seinni koma coupé, stationcar og cabriolet. Ein broyting verður tó, at í nýggja modellunum koma coupé og cabriolet útgávurnar at skifta navn til BMW-4.
BMW-3 verður enn sum áður drivin av bakhjólunum og servostýringin verður hydraulisk.
16" hjól verða standard á 4 syl. útgávunum og 17" hjól á 6 syl. útgávunum.
Nýggi BMW-3 kemur á marknaðin komandi summar.