Nýggjur borgarstjóri á Sandi

Sands bygdarráð valdi fríggjakvøldið Jóhan Petur í Soylu sum bygdarráðsformann

À býráðsfundi hjá Sands bygdarráð fríggjakvøldið var val av nýggjum býráðsformanni á skránni.
Páll á Reynatúgvu er valdur borgarstjóri, men hann er farin í annað starv, og hevur Tórur Johannesen røkt starvið fyribils, tá Páll er í farloyvi.
Í bygdaráðsfundinum fríggjakvøldið vóru tvey uppskot til borgarstjóra:
Jóhan Petur í Soylu og Eyðun Viderø.
Endin gjørdist, at Jóhan Petur fekk fýra atkvøður og Eyðun fekk tvær og ein var blank. Sostatt er Jóhan Petur í Soylu nýggjur borgarstjóri í Sands kommunu.
-Eg valdi at stilla upp, tí tað var ein meirluta aftanfyri meg, sigur Jóhan Petur í Soylu við Sosialin. Hann visti um stuðulin áðrenn fundin, sum hevði valið av bygdaráðsformanni sum einasta punkt á skránni. Nýggi borgarstjórin ætlar at halda fram á somu leið, sum er førd higartil. Hetta merkir so eisini, at hildið verður fram ímóti at fáa eina ítróttarhøll á Sandi.
Meirilutin í Sands bygdarráð er eisini broyttur. Fyribilsborgarstjórin, Tórur Johannesen er farin burturúr meirilutanum, og Jákup Birgir Mohr, ið varð valdur á einum lista fyri seg, er vorðin partur av meirilutanum. Tórur Johannesen var annars valdur á sama lista sum Jóhan Petur í Soylu til kommunuvalið seinast. Tórur Johannesen heldur fram sum varaborgarstjóri. Nevndirnar í bygdarráðnum eru eisini broyttar nakað.
Meirilutin telur nú: Jóhan Petur í Soylu, Eli Hentze, Olga Fossdalsá og Jákup Birgir Mohr.
Minnilutin verður mannaður av: Tóri Johannesen, Jonnu Krog og Eyðuni Viderø.