Talan er um ein Mercedes-Benz Atego 1325F, sum er uppbygdur hjá Ringe Karrosseri A/S í Danmark. Bilurin hevur 300 hk motor og er uppbygdur úr glasfibur og aluminium.
Pláss er til 6 fólk í bilinum við haldarum til roykkavaraútgerð.
Tangin tekur 2000 litrar, og pumpan gevur 2400 litrar við 10 bar og 250 litrar um minuttin við einum trýsti upp á 40 bar. Tvær 60 m langar hátrýstslangur eru í bilinum.
Landsfelag Sløkkiliðsmanna hevði leygardagin 22. mai 2004 aðalfund í Havn, og eftir aðalfundin vístu Kvívíkar, Vestmanna, Miðvágs/Sandavágs, Kollafjarðar og Tórshavnar Sløkkilið fram nýggjar sløkkiliðsbilar: Síðani bjóðaði danska fyritøkan Ringe Karrosseri A/S ein bita, fyritøkan fæst burturav við av byggja sløkkiliðsbilar.
Bilurin sum Tórshavnar Sløkkilið fekk kostaði 1,2 mill. krónur