Nýggjur dystur

Superligan: Appel-nevndin hjá DIF staðfesti fyrradagin, at dysturin millum AGF og Esbjerg skal spælast umaftur

Upprunaligi dysturin millum liðini bæði varð leiktur 6. oktober, og endaði hesin við 2-1 sigri til AGF við Óla Johannesen á liðnum.

Kæran snúi seg um sigursmálið, sum AGF fekk stutt fyri leiklok, tá Íslendski áleyparin hjá AGF, Tómas Ingi Tómasson, metti, at Esbjerg hevði tikið eitt fríspark. Dómarin, Knud Erik Fisker, var samdur við honum og góðkendi málið.

Esbjerg sendi beinanvegin inn kæru, og eftir at henda nú er viðgjørd tríggjar ferðir, er endaliga avgerðin, at nýggjur dystur skal leikast. Hesin er nú ásettur at verða hósdagin, 30. mars.


Vald dómarans

Hóast avgerðin nú er endalig, so fer málið helst framhaldandi at føra til orðaskifti í Danmark.

Tað eru nevnliga mong, sum eru ørg inn á avgerina, tí hvussu verður nú í framtíðini? Skal dystur leikast um aftur, tá dómari av órøttum hevur kolldømt eitt mál, ella var talan í hesum førum um heilt óvanliga umstøður?

Seinasta orðið hesum viðvíkjandi er helst ikki sagt enn.