Nýggjur føroyskur miðlarisi

Við keypinum av Vinnuvitan og Vikublaðnum er Dimmalætting vorðin ein rættiligur risi í føroyska miðlaheiminum. – Hetta verður eingin løtt uppgáva, men kortini ein uppgáva, sum kann loysast, sigur Árni Gregersen, sum er stjóri fyri øll trý bløðini

Tað hevur verið merkiliga lítið at hoyrt til samanrenningina millum Dimmalætting øðrumegin og Vinnuvitan og Vikublaðið hinumegin. Hetta hóast samráðingar eru farnar fram í einar fimm til seks vikur.

Við keypinum fer Dimmalætting samtakið fram um Miðlahúsið í tali av starvsfólkum. Tilsamans verða tey um 60.

- Men ætlanin er við tíðini at »trimma stabin«, serliga tá talan er um marknaðardeildina og grafiska økið. Vit hava nøkur ung fólk har, sum fara víðari, og tey størvini verða ikki øll endursett, sigur Árni Gregersen, stjóri.

Hann sær samanrenningina sum eina spennandi avbjóðing, men kortini ikki sum nakra lætta uppgávu.

- Tað verður neyðugt at rætta upp fíggjarliga, og tað verður ikki nøkur løtt uppgáva. Men hinvegin heldur ikki ein uppgáva, sum ikki kann loysast, sigur Árni Gregersen.

Sambært stjóranum verður tað ein fyrimunur hjá samlaðu fyritøkuni, at teir nú hava eitt dagblað, eitt serblað og eitt lýsingarblað. Hann heldur ikki, at bløðini fara at »stjala« frá hvørjum øðrum.

- Eg síggi tað hinvegin sum ein fyrimun, at kundin nú verður uppringdur av bert einum seljara heldur enn fleiri, sigur Árni Gregersen.

 

Atskildar redaktiónir

Hóast staburin við tíðini skal trimmast, verður eingin uppsagdur, og teir fýra undanfarnu eigararnir halda allir fram í fyritøkuni.

Konseptið fer eisini at halda fram óbroytt, og talan verður um púra atskildar redaktiónir.

- Blaðfólkini verða ikki skift millum redaktiónirnar, tað fer at koyra, sum tað gjørdi framman undan. Men sjálvandi ber til at flyta fólk millum bløðini um so er, at tey koyra troytt. Men tá verður talan um longri tíðarskeið, og ikki bert til stakar uppgávur, sigur stjórin á samtakinum.

Í heila taki verða tey trý bløðini rikin eins og framman undan.

- Prentmiðstøðin byggir í løtuni ein bygning, sum ætlanin er at flyta inn í um eitt ár ella so. Tá verður so parturin, har teir halda til í løtuni, innrættaður til redaktión, og tá verða øll bløðini savnað her á Dimmalætting, sigur Árni Gregersen.

Vikublaðið verður framvegis prentað í Danmark, tí sambært Árna Gregersen er ikki møguleiki at prenta á Prentmiðstøðini sum er.

- Men tá hon flytir í nýggj hølir, fær hon eitt prenttorn aftrat og eina maskinu at leggja inn í við, sigur stjórin á Dimmalætting.

Orsøkin til, at Dimmalætting nú hevur valt at keypa Vinnuvitan og Vikublaðið eru í høvuðsheitinum tvinnar.

- Tey bæði bløðini høvdu brúk fyri einari størri organisatión; og so hava vit keypt, tí vit ætla okkum at vaksa, sigur Árni Gregersen, sum við keypinum nú er vorðin stjóri fyri umleið 60 starvsfólkum í mun til tey gott 30, sum starvast á Dimmalætting.