Nýggjur HB-sangur

Tað eru ikki bara meistararnir úr EB/Streymi, sum hava gjørt um seg við sangum í ár. Í triðja hálvleiki á Rás2 var Eirikur Rasmussen kominn á gátt, og hann hevði eina spildurnýggja HB-útgávu við sær. Eirikur hevur áður verið partur av nøkrum av sangunum hjá HB, men hetta er fyrsta ferðin, at hann stendur á odda fyri slíkari útgávu. Fløgan kann longu nú keypast sum single-útgáva.