Nýggjur Isuzu D-Max hjá Bilrøkt

Nýggi Isuzu D-Max er komin á føroyska marknaðin. Bilurin er dagførdur í mun til forangaran við meira útgerð og komforti.

 

 

Isuzu ein næstan 100 ára gomul verksmiðja, sum varð stovnað í 1922, sama ár sum fyrsti bilurin kom til Føroya. Isuzu er eisini elsti framleiðari av vørubilum í Japan.

Isuzu er ikki eitt ókent bilmerki í Føroyum. Teir hava í mong ár verið seldir her í ymiskum útgávum, bæði sum smáir lastbilar og fyrr sum persónbilar.  

Fyrstu ferð, Isuzu D-Max kom á marknaðin, var í 2002, og hesin er triðja gereratión.

D-Max er væl umtóktur kring allan heimin sum ein álítandi og slitsterkur arbeiðsbilur. Eisini fekk hann 5 stjørnur í Euro NCAP trygdartestunum.

D-Max fæst í trimum ymiskum útgávum: Single Cab, Extended Cab og Crew Cab.

Hvat útgerð viðvíkur, fæst bilurin sum Standard, Premium og Exclusiv. Her kann kundin velja ímillum tær ymisku útgávurnar - alt eftir tørvi.

Allir D-Max eru 4x4 við differentialesperru á bagakslinum. Bilurin lastar eitt tons og kann sleipa upp til 3,5 tons.

Motorurin er ein 1,9-litra turbo dieselmotorur við 164 hk og 360 Nm, sum lýkur øll krøv til Euro 6-standardin fyri útlát. 

Isuzu D-Max hava 5-ára garanti og kunnu síggjast og roynast hjá Bilrøkt.