Nýggjur kommunulækni í Gøtudali

Fuglfjarðar læknadømi er nú fullmannað við kommunulæknum

Borgarar í Fuglafjarðar læknadømi kunnu fegnast um at tey skjótt fáa ein nýggjan fastan kommunulækna, aftaná at Heilsutrygd hevur sett Jyttu Friang í starv í læknaviðtaluna í Gøtudali. Tað skrivar Eysturkommuna á heimasíðu síni.


Upplýst verður at nýggi kommunulæknin hevur embætisprógv innan læknafrøði frá Syddansk Universitet í 2010 og hevur seinastu 5 árini starvast sum lækni á Landssjúkrahúsinum.


Í løtuni er hon í holt við at gera seg lidna við serlæknaútbúgvingina í almennum medisini og er starvssetanin eisini treytað av, at hon fær serlæknagóðkenning. Sambært Heilsutrygd fær hon væntandi hesa góðkenning síðst í februar.


Heilt ókend er hon ikki fyri borgararnar í læknadøminum, tí sum liður í serlæknaútbúgvingini hevur hon seinasta árið starvast í læknaviðtaluni í Fuglafirði.


Eftir ætlan byrjar Jytta Friang í starvinum 1. mai. Tá verða báðar viðtalurnar í læknadøminum mannaðar við kommunulæknum í føstum starvi. Frammanundan røkir Krista Jørmundsson hina viðtaluna í læknadøminum.