Heilsutrygd hevur sett Ingu Maretu Joensen í starv sum kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi.
Inga Mareta Joensen nam sær læknafrøðiligt embætisprógv í januar 2012 og fekk serlæknagóðkenning í almennari læknafrøði 1. septembur 2020.
Inga Mareta Joensen hevur seinastu tíðina arbeitt á Óðinshædd til tess at fáa serlæknagóðkenning.
Hon tekur við starvinum í Berjabrekku 1. oktobur 2020.