Nýggjur maður vardi ÍF málið

Løgmanssteypið: Tríggir ymiskir málskjúttar vóru, tá ið ÍF á heimavølli vann ímóti FC Suðuroy

FC Suðuroy er á veg úr Fuglafirði og suður aftur til Vágs. Saman við teimum er staðfesting av, at teirra leiklutur í ársins steypakapping bara var hesin eini dysturin á útivølli ímóti ÍF.

ÍF vann 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Málið í seinna hálvleiki varð skorað í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Jan Ó. Ellingsgaard skoraði eftir hornaspark, sum Karl Løkin tók sær av.

Miðvallarin Bogi Reinert petersen skoraði fyrsta málið í 12. minutti. Uppleggið átti ein annar miðvallari – Emil Weihe Joensen.

Tríggjar minuttir undan leikloki økti Gundur E. Petersen um munin til 2-0. Tá átti Uros Stojanov uppleggið.

Í dag var nýggjur maður í ÍF málinum. 20 ára gamli Martin Danielsen, sum higartil hevur sitið á beinkinum, vardi ÍF málið. Hann er best kendur sum hondbóltsspælari í StÍF. Í 2019 var hann málverji hjá Skála í næstbestu deildini.

Higartil hevur tað ikki hilnast so væl hjá FC Suðuroy, sum nú hevur landskappingina og møguleikan at nærkast bestu deildini at hugsa um. At leggja til merkis er, at á liðnum hjá FC Suðuroy eru fleiri spælarar, ið hava royndir av at spæla í bestu deildini.

 

ÍF - FC Suðuroy 3-0 (2-0)

1-0: Bogi Reinert Petersen 12.

2-0: Gundur E. Petersen 42.

3-0: Jan Ó. Ellingsgaard 91.

ÍF: Martin Danielsen – Tóri Nolsøe Olsen (Hans Jákup Lervig, 81.), Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard – Pól Jákup Lundsbjerg, Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen (Sámal Joensen, 64.), Emil Weihe Joensen (Steinbjørn Olsen, 73.), Gundur E. Petersen – Elias Lervig, Uros Stojanov

FC Suðuroy: Rani Nolsøe Johannesen – Dennis R. Nielsen, Reidar Dahl Joensen, Heri Kjærbo, Salmundur Bech, Christian Njøten, Ari Krosslá Poulsen (Dávid Lisberg, 78.), Pætur Augustinussen, Fríði Holm (Alexander Holm Kilgour, 87.), Rani Johansen, Ingi Poulsen (Veljko Vukovic, 67.)