Úti í heimi eru flogvøllir vanliga eitt gott mið hjá einum hýruvognsførara. Og nú Vágar er vorðin partur av meginøkinum, vænta eisini føroysku hýruvognsstøðurnar fleiri túrar við ferðafólki til og frá flogvøllinum.
Fasta sambandið ger tað nevniliga munandi bíligari at leiga sær ein hýruvogn, t.d. úr Havn vestur á flogvøllin ella hinvegin. Ein hýruvognur úr Havn á flogvøllin kostar vanligar dagar 526 krónur umframt tunnilsgjaldið, um kvøldið er kostnaðurin 611 krónur meðan túrurin kostar 687 krónur um náttina. Vikuskiftini er prísurin 661 krónur um dagin, og 687 krónur um kvøldið og náttina.
Til samanberingar hevur ein túrur við hýruvogni higartil kostað 1038 krónur um dagin og 1163 krónur um kvøldið. Vikuskiftini hevur tað kostað 1163 krónur um dagin og 1299 krónur um kvøldið. Harumframt kemur so billettin til Strandferðsluna, ið er 30 krónur fyri fólkið.
Bæði hjá Auto og Bil vænta tey sær fleiri túrar vestur í Vágar, nú fasta sambandið er veruleiki. Á báðum støðum hava hýruvognsførarirnir eisini tosað um at fáa sær sonevnda kubban í bilin, tí so gerst túrurin undir Sundið væl bíligari.