Nýggjur Mazda3 í Los Angeles

Ein heilt nýggjur Mazda3 sedan hevur heimspremieru á bilaframsýningini Los Angeles Auto Show, sum letur upp 19. november 2008.

Nýggi Mazda3 sedan kemur í 2009 til Evropa saman við hatchback-útgávuni við fimm hurðum. Mazda3 hevur sama designstíl sum nýggju Mazda2 og Mazda6.


Mazda3 er ein týðandi bilur hjá Mazda. Teir hava staðið fyri umleið einum triðingi av samlaðu søluni hjá Mazda.


Síðan núverandi Mazda3 kom á marknaðin í 2003 eru seldir meira enn 1,8 milliónir bilar í 100 londum kring heimin, og bilurin hevur vunnið meira enn 90 heiðurslønir. Mazda3 varð eisini kosin Årets Bil i Danmark 2004.



mg