Nýggjur Mazda5 royndarkoyrdur í Milano

Í síðstu viku royndarkoyrdu vit ein nýggjan Mazda5 við Lago Maggiore vatnið, nærhendis Milano í Italia. Bilurin stóð seg væl undir teimum ymisku koyriumstøðunum, og einki er at ivast í, at Mazda5 verður ein succes

Milano: Bilredaktiónin hjá Sosialinum var av Bilasøluni í Hoyvík boðin við, tá nýggi Mazda5 var presenteraður fyri skandinaviskum og evropeiskum motorjournalistum við Lago Maggiore vatnið nærhendis Milano í Italia 7. og 8. juni 2005.

Mazda Motor Europe bjóðaðu til tíðindafund á einum stórum luksushotelli, har umboð fyri fyritøkuna søgdu frá um nýggja Mazda5. Aftaná høvdu stjórarnir hjá Mazda Motor Danmark tíðindafund fyri motorjournalistum úr Danmark og Føroyum, har teir m.a. kunnaðu um hvørjar útgávur av Mazda5 fóru at koma hendanvegin. Bensinútgávurnar koma í september og dieselútgávurnar um árskiftið 2005/2006.

Mazda5 er ein og rúmligur familju- og frítíðarbilur við sitiplássum upp til 7 ferðandi. Designið er smart við dragihurðum á báðum síðum og innrættingin sera liðilig.
Tá setrini verða løgd niður, er dúrkið heilt slætt. Bilurin er tá væl egnaður sum vørubilur. Undir baksetrunum eru rúm til at leggja ymiskar lutir í, so einki nýtist at liggja leyst í bilinum undir koyring.

Mazda5 verður ein succes

Bilarnir vórðu royndarkoyrdir á Milano leiðini. Ruturnar vóru tastaðar inn á navigatiónsskipanina, soleiðis at bilarnir veruliga kundu testast í býkoyring, á landsvegi, á motorvegi og á smølu og brøttu fjalla- og bygdavegunum, har vegirnir eru smalir og krókutir. Mazda5 er eru lættir at handfara, útsýnið er gott allar vegir, og stóru síðuspeglini virkaðu væl -hetta er nakað allar bilverksmiðjur skuldu raðfest høgt, sum ein trygd hjá bilføraranum. Fleiri av útgávunum høvdu eisini bakkikamera í sama skíggja sum navigatiónsskipanin og DVD-skíggja undir loftinum til undirhald hjá teimum ferðandi á baksetrunum. At aircondition er standard í øllum útgávunum kom væl við í nógva hitanum á Milano leiðini.

At Mazda5 verður ein succes, er einki at ivast í. Serliga tá havt verður í huga góða umdømi og eyðkenda gjøgnumførda japanska kvalitetin, teir eru kendir fyri.

Milano

Milano er annars ein áhugaverdur býur sum heilt síðan rómverska ríkið hevur verið ein kendur ídnaðar og handilsbýur, men í dag er býurin miðdepil fyri tænastu- og fíggjarsektorin í Italia, og ein stórur partur av italsku miðlunum hava høvuðssæti har. Innan bilídnaðin er býurin eisini kendur fyri Pirelli-dekkini og Alfa Romeo bilverksmiðjuna.

Býurin er ikki minst kendur fyri tvey av heimsins bestu fótbóltsliðum, A.C. Milan og Inter Milan. 1,3 milliónir fólk búgva í sjálvum býnum, men við útjaðaranum er íbúgvaratalið uppi á umleið 4 milliónum.