Í kvøld kom hvítur roykur upp ígjøgnum hendan eina skorsteinin í Vatikaninum, sum allur heimurin hevur hildið eyguni við seinastu dagarnar.
Tað merkir, at nýggjur pávi er valdur, skriva alheims fjølmiðlar.
Tað tók ikki so langa tíð, sum væntað at velja páva, men hvør hann er, hava teir ikki avdúkað enn.
Kardinalarnir hava sitið saman fyri læstum dyr, síðani í gjár og teir hava havt fýra atkvøðugreiðslur, sum endaðu úrslitaleysar.
Tað verður avdúkað um stutta tíð, tá ið nýggi pávin trínur út á altanin í Vatikaninum
Tað var stórliga fagnað av teimum túsundtals fólkunum, sum stóðu í oysregni uttanfyri og bíðaðu.
Hetta er tann 266. pávin í røðini.
Nýggi pávin fær sínar avbjóðingar.
Eitt er, at katólska kirkjan er í harðari kapping við aðrar kirkjur og samstundis er trot á katólskum prestum.
Men so er ikki um at tala allar ákærurnar um kynslian ágang, sum hava herjað katólsku kirkjuna