Útgrevsturin og planeringin verða væntandi liðug um tríggjar mánaðir, tá verður arbeiðið at byggja skúlan boðið út.
Eftir ætlan skal skúlin vera liðugur til skúlaársbyrjan í 2008, meðan frítíðarskúlin og 1. til 3. flokkarnir skulu taka skúlan í nýtslu í januar 2008. Kostnaðurin á skúlanum verður mettur at verða 110 milliónir, umframt innbúgv og meirvirðisgjald.
Skúlin verður í fýra lonum og flokkarnir verða deildir upp eftir aldri. Eisini verður felagsøki, kantina og dupult fimleikahøll.
Hóast Hoyvíkar skúli júst er vorðin útbygdur, heldur Heðin Mortensen, at tað er stórur tørvur á hesum nýggja skúlanum. Tað er stórt trýst á skúlunum í býnum og orsøkina heldur Heðin Mortensen millum annað vera, at nógv nýbygging er í Hoyvíkshaganum, har eini 170 nýggj hús eru bygd tað síðsta árið.
Skúlin á Løgmannabreyt er fyrsta stig í útbyggingini av skúlaverkinum í Tórshavnar kommunu. Bæði í Argja skúla og Velbastaðar skúla er plásstrot og har er neyðugt at byggja út. Harafturat er ætlanin
eisini at byggja ein nýggjan skúla úti á Fløtum í staðin fyri núverandi Venjingarskúlan.
Fakta
Skúlin á Løgmannabreyt:
9 árgangir
Tveir flokkar í hvørjum árgangi,
Frítíðarskúli til næmingarnar í 1. og 2. flokki.
450 næmingar
Stødd: 6255 m2
Tíðarætlan:
Juni 2006: jørðarbeiðið byrjar
Januar 2008: 1.-3. flokk og frítíðarskúli
August 2008: skúlin liðugur