Seinastu dagarnar hevur ein spildurnýggjur sløkkiliðsbilur staðið uttan fyri bygningin hjá Berg Motors á Hálsi í Havn. Talan er um ein sproytubil til Skálafjarðar Sløkkilið. Bilurin er ikki handaður sløkkliðnum enn, men væntandi fær sløkkiliðið bilin seinni í vikuni.
Kostar tríggjar milliónir
Sunleiv Højgaard er sløkkliðsleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, og hann greiðir frá, at talan er um ein nýggjan sproytubil, sum kostar um tríggjar milliónir krónur.
- Hann hevur verið ávegis leingi, og hann skal avloysa tann bilin, sum vit hava standandi í Runavík. Verandi bilur í Runavík hava vit havt í sløkkiliðnum í samfull 33 ár, so hann hevur tænt fyri seg, sigur Sunleiv Højgaard.
Hann greiðir frá, at Skálafjarðar Sløkkilið hevur tveir bilar. Annar stendur í Runavík, meðan hin stendur á Skála.