Stjóri
Nýggi stjórin í Smyril Line, Jan Walle, ið tekur við 1. apríl, hevur drúgvar royndir innan reiðarívirksemi og shippingfyritøkur, har hansara yrkisleið hevur verið síðani 1983. Hann avloysir Óla Hammer, sum tók stig til at stovna Smyril Line í 1982, og sum hevur verið stjóri síðani. Óli Hammer boðaði stutt fyri páskir frá, at hann leggur frá sær.
Jan Walle hevur sáttmála við Smyril Line í fyribils eitt ár við møguleika at leingja sáttmálan. Hansara høvuðsuppgáva verður at økja ferðafólkatalið um borð á Norrönu, finna nýggjar marknaðir og nýggjar samstarvsmøguleikar.
- Eg skal taka tað besta burtur úr felagnum og arbeiða við tíð. Ferðafólkamarknaðurin er stórur, og vit skulu hava fleiri ferðafólk við miðvísari marknaðarførslu, sum røkkir okkara málbólkum í Norðurlondum, Evropa og aðrastaðni kring heimin. Ein týdningarmikil liður í hesi tilgongdini verður at finna nýggjar marknaðir og nýggjar samstarvsfelagar, sigur Jan Walle.
Hann er úr Norra, 49 ár, útbúgvin siviløkonomur og hevur havt fleiri stjórastørv og onnur leiðandi størv í reiðaríum og shippingfyritøkum.
Altjóða royndir
Jan Walle varð settur í starv sum EDV-leiðari í Kosmos ASA í Norra í 1983. Í 1986 gjørdist hann búskaparstjóri fyri Kosmos ASA Internationale Shipping Division. Frá 1988 til 1999 var Jan Walle fyrisitandi stjóri í Bastøfergen AS, sum er eitt norskt reiðarí, ið rekur innanríkis ferjurutur.
Í 1990 bleiv Jan Walle stjóri fyri handilsmenningini í Color Line ASA, sum keypti Fred Olsen Lines sama ár. Jan Walle hevði ábyrgdina av keypinum. Talan var um eina íløgu upp á 1,3 milliardir krónur, og eftir keypið gjørdist hann rutustjóri fyri rutuni millum Kristiansand og Hirtshals. Í 1997 tók Jan Walle við sum búskapar- og fíggjarstjóri í Color Line, og samstundis bleiv hann varamaður hjá fyrisitandi stjóranum.
Í 1998 flutti Jan Walle til USA, har hann fór í starv sum Chief Operating Officer í felagnum Premier Cruise í Miami, sum hevur seks cruise skip og 4.000 fólk í starvi. Hansara høvuðsuppgáva var at umskipa felagið.
Frá 1999 til 2002 arbeiddi Jan Walle fyri altjóða flutnings- og logistikfelagið, Wallenius Wilhelmsen Lines AS. Fyritøkan flytir nýggjar bilar av verksmiðjunum út á marknaðirnar, og hon hevur ein árligan umsetning upp á 12 milliardir krónur. 3.000 fólk starvast hjá Wallenius Wilhelmsen Lines AS, sum hevur umboðan í 60 londum.
Frá 2003 til 2004 var Jan Walle stjóri í Kystlink AS, har Norsk Hydro er størsti partaeigari. Í 2004 varð hann biðin at vera ráðgevi, tá Fjord Line og Smyril Line kannaðu møguleikarnar fyri samstarvi í einum nýggjum felagi. Ætlanirnar vórðu kortini lagdar til viks, men feløgini eru framvegis opin fyri øðrum samstarvsmøguleikum.
Nýggi stjórin í Smyril Line, sum er giftur og hevur tvey vaksin børn, hevur sostatt nógvar royndir í viðførinum, og tað er nevndin í Smyril Line sera væl nøgd við.
- Vit hava funnið rætta persónin at leiða Smyril Line inn í framtíðina, eftir at vit í trý ár hava verið í einum hørðum byrjunarskeiði við nýggju Norrönu, sigur Klæmint Weihe, nevndarformaður í Smyril Line.