Tað er sera umráðandi at varðveita studentaskúlaskipanina uttan ov stórar broytingar, sum hon er, tí vit vita av áralongum royndum, at hon riggar. Hon hevur kortini ikki verið nóg góð fyri øll, tí hon hevur eisini sínar avmarkingar. Tí vóru vit noydd at útbyggja skipanina við HF í 1974. Nøkur vóru ímóti, tey hildu ikki, at tað var neyðugt, tað fór at lækka støðið, ørkymla næmingarnar við ov mongum og fjølbroyttum tilboðum osfr. Hesi hugsaðu als ikki um fjølbroytni næminganna. HF var ein hin besta pedagogiska og samfelagsliga íløgan í øllum tí danska ríkinum, eisini í Føroyum. HF fekk ein hóp av næmingum í útbúgving, sum annars ikki høvdu trivist á studentaskúla. Teir høvdu verið snýttir av samfelagnum, tí tilboðini, sum samfelagið hevði at bjóða, vóru alt ov fá til fjølbroytni næminganna. HF-næmingarnir hava verið við til at lyfta og fylla tær stuttu og miðalstuttu framhaldandi útbúgvingarnar. Tað hevði samfelagið dyggiliga brúk fyri. Sjálvandi varðveittu vit studentsútbúgvingina. Studentaskúlaskipanin livir sera væl saman við HF, hóast tað er ein heilt onnur skipan. Ja, vit hava enntá í fleiri fakum frálíkt og inspirerandi samstarv. Hvat um vit søgdu, at vit onki vildu hava við HF at gera, tí tað var á lægri og øðrvísi støði. Vit undirvísa ofta studentum og HF-næmingum í sama flokki, tá tørvur er á tí. Studentaskúlin er so sterkur, at ongin fær meg at trúgva, at nakar annar skúli kann lækka støðið á honum. Tíðin varð búgvin til HF í 1974. Nú er tíðin búgvin til, at Føroya Studentaskúli torir at lata hurðarnar upp fyri umheiminum, altjóðagerðini og samstarvinum við aðrar skúlar. Í dag er næmingahópurin nógv fjølbroyttari og krevur nógv fleiri ymisk tilboð av fakum, enn vit geva okkum far um. Í lestrarvegleiðingini leggja vit dent á at eggja næmingunum at velja grein og fak eftir áhuga, men hvussu kunnu teir gera tað, tá tilboðini eru alt ov fá og avmarkað, og so serstakliga tá møguligu tilboðini ikki verða boðin, tí ov fáir næmingar eru at velja tey. Hetta er galdandi fyri allar miðnámsskúlar, tí teir liggja spjaddir. Um Føroyar skulu menna seg og fóta sær sum tjóð til fjølbroytni og støðugar broytingar í altjóða samstarvi, mugu vit fyrst læra at samstarva innanhýsis í okkara egna landi. Tað kunnu vit læra í einum skúladepli heldur enn í isolatión í Hoydølum. Tað ber eisini til at planta trø í Marknagili, har eru eisini áir og gøtur og nógv víðari øki. Hvør kann vera so afturhaldssinnaður at forða fyri bara at geva samstarvi millum teir tríggjar skúlarnar ein møguleika? Verða møguleikarnir nú stongdir fyri samstarvi, verður mistakið ivaleyst ikki rættað í hesi øldini.
Neyðugt er at samstarva fyri at skapa og menna fleiri fak, sum annars ongantíð verða boðin næmingunum. Eisini mugu vit forða fyri, at fleiri fak hvørva, orsakað av tvørrandi samstarvi.
Jú fleiri næmingarnir eru sum td. í einum depli, jú fleiri fak kunnu bjargast og mennast. Lat meg taka nøkur dømi um, hvussu lívsneyðugt tað er at samstarva í lítlu Føroyum, um vit skulu menna okkum. Russiskt er longu avlívað, tí vit hava ov fáar næmingar í Hoydølum, men vit hava lærarar. Fleiri á Handilsskúlanum kundu valt russiskt saman við okkum og bjargað fakinum. Eitt árið høvdu næmingar valt russiskt í 1. og 2. s við tí í hyggju eisini at velja fakið á hástigi í 3. s, sum eftir kunngerðini er ein møguleiki. Men gakk! Nú vóru brádliga ov fáir næmingar, og tí vóru nakrir teirra noyddir at velja enskt og týskt í staðin, hóast teir upprunaliga høvdu í hyggju at velja russiskt. At læra russiskt mál er alneyðugt, um vinnuliga samstarvið við Russland skal mennast; Nólsoyarfjørður er ofta fullur av russiskum skipum, men ongin lærir russiskt í Føroyum, tí vit ikki samstarva millum skúlarnar. Sama er galdandi fyri mítt fak franskt. Miðstigið er nógv minkað, og hástigið hevur tvær ferðir verið um at dottið niðurfyri, tí ov fáir næmingar vóru at velja tað. Í samstarvi við Handilsskúlan kundu vit bjargað fleiri fakum. Eg vildi fegin givið fleiri næmingum frá Handilsskúlanum møguleika at valt franskt, men tað er ómøguligt, tí vit liggja spjaddir. Í løtuni havi eg ein 1. s við bert 12 næmingum í fronskum, og eitt hástigshold við bert 5 næmingum. Hetta holdið mundi verið av ongum í summar, fyrstu ferð í 30 ár. Lógu vit í einum depli, høvdu nógv størri møguleikar verið bæði at bjargað og at boðið fleiri næmingum fleiri fak.
Sama er galdandi fyri fleiri onnur fak, sum annaðhvørt eru við at doyggja út ella ikki verða boðin næmingunum, tí ov fá velja fakini, ella tí ov dýrt er at seta lærarar til ov smáar flokkar. Nøkur av hesum góðu og væl egnaðu fakum verða bert boðin hendinga ferð. Og tað ringasta er, at tá næmingar ynskja sær hesi fak ella enntá velja tey, fáa teir alt ov ofta at vita, at tað ikki ber til. Orsøkin er aftur, at vit liggja spjadd.
Lat meg nevna nøkur av teimum fakum, sum í løtuni líða undir hesi somu deyðiligu vanlagnu:
franskt B, russiskt B, latín A, grikst A, týskt A, evning B, filmur og sjónvarp C, fiskivinna C, fornaldarfrøði C, geografi B, latín B og C, leiklist C, oljufrøði C, stjørnufrøði C, teldufrøði C, tøkni C, vinnulívsbúskapur C.
Sum sæst, er hetta ein hópur av fakum, sum als ikki verða brúkt í nóg stóran mun. Nøkur av hesum fakum kundu vit boðið næmingunum í nógv størri mun, um vit lógu saman í einum depli. Ì veruleikanum er henda støða tragisk fyri næmingarnar. Eg havi sæð bæði keddar og grátandi næmingar, sum ikki hava fingið møguleika at velja tey fak, teir ynsktu sær. Somuleiðis høvdu Handilsskúlin og Tekniski Skúli havt eina rúgvu av fakum at boðið okkara næmingum. Serliga teimum næmingunum, sum hvønn dag uppliva, at hvør skúli sær als ikki hevur tað útboð av fakum, teir ynskja sær og hava evnir til. Samstarv hevði eisini givið nógvum nýggjum fakum ein reellan møguleika. Í dag eru tilboðini minkandi og doyggjandi. Fleiri næmingar høvdu farið at blóma, um teir fingu eitt øðrvísi samansett tilboð. Hetta verður aldri møguligt, um vit grava okkum niður í Hoydølum.
Annars hava vit á Føroya Studentaskúla nakrar flokkar við alt ov fáum næmingum umframt aðrar størri flokkar, sum væl kundu rúmað nøkrum fáum næmingum afturat. Á HH á Handilsskúlanum manglar teimum hesi tilboð til nakrar næmingar, sum høvdu ynskt at fingið okkurt av hesum fakum við atliti at tí útbúgving, teir ætla at velja í framtíðini. Nøkur dømi: støddfrøði, franskt, russiskt, spanskt, týskt, evning, films- og sjónvarpskunning, fiskivinna, geografi, heimspeki, ítróttur, leiklist, lívfrøði, oljufrøði, stjørnufrøði og tøkni.
Fer Tekniski Skúli í Havn at bjóða HT, eru brádliga uppaftur fleiri fak, sum skúlarnir kunnu samstarva um.
Øvugt kunnu vit siga, at nakrir av studentaskúlanæmingunum fegnir høvdu valt nøkur av teimum fakum, Handilsskúlin og Tekniski Skúli høvdu at bjóða. Her eru nøkur dømi : altjóða búskapur, sølubúskapur, vinnulívsrættur, virkisbúskapur, ársroknskapur, fyriskipan, marknaðarførsla og multimediadesign.
Á Handilsskúlanum er støðan tann sama sum í Hoydølum. Næmingarnir fáa ikki møguleika at velja øll tey fak, teir annars kundu, um skúlarnir samstarvaðu. Eitt árið valdu tveir á HH at taka støddfrøði A í Hoydølum, tí ov fáir næmingar vóru, men tá var neyðugt hjá teimum at eiga bil! Skemaleggingin er eisini ein stórur trupulleiki, um skúlarnir ikki liggja tætt saman.Eitt árið fingu næmingarnir ikki týskt, tí ov fáir valdu tað. Teir kundu fingið týskt í Hoydølum.
Bæði Handilsskúlin og Studentaskúlin eru heldur lítlir í nógvum førum at bjóða tvey hold, og í summum førum megna teir ikki at bjóða eitt hold. Hetta er syrgiligt. Nakrir HH-arar td., sum ynskja at fara undir hægri lestur í teldufrøði , kundu hugsa sær at valt fysikk, men tað fáa teir bara á studentaskúlanum.
Vit líða eisini í ávísan mun undir ov smáum valholdum, tí pedagogiski innanhýsis dynamikkurin verður ov lítil. Mínar royndir og eygleiðingar í mong ár vísa, at ongin veruligur bati á nevndu økjum kann fremjast, um vit ikki hava ein næmingahóp upp á minst 1000 til 1200 næmingar at taka av.
Men er neyðugt at undirvísa í øllum hesum smáu fakunum?
Avgjørt! Tí í samvinnuni við onnur lond bæði málsliga, vinnuliga og mentanarliga er neyðugt, at nakrir føroyingar læra seg nøkur fak sera væl, um samstarvið skal eydnast. Fyrr hildu vit, at best var, at so nógvir føroyingar sum møguligt lærdu seg eitt sindur av øllum, td. eitt sindur av fronskum, russiskum, sponskum, kemi, fysikk og øðrum fakum. Nú hugsa vit øðrvísi, leiðin fram hjá Føroyum í altjóða høpi er, at nakrir føroyingar læra seg nøkur fak so væl og virðiliga, at teir kunnu brúka tey í millumlanda samvinnu og í td. gransking. M.a tí er neyðugt, at so mong fak sum møguligt verða boðin so nógvum næmingum sum gjørligt, so at nógvir føroyingar gerast serkønir hvør á sínum øki. Samstundis mugu allir næmingar sjálvandi væl og virðiliga læra tey almennandi felagsfakini. Við framtíðini, globaliseringini og næminganna fjølbroytni í huga mugu vit skapa nýggjar opnar karmar fyri menning. Tað verður praktiskt ongantíð møguligt, um vit ikki samstarva í einum depli. At koyra ímillum Hoydalar og Marknagil í fríkorterunum, sum onkur hevur nevnt, er meiningsleyst. Ongin noyðsla liggur í samstarvi, skúlarnir eru sjálvstøðugir og skulu røkja sín egna profil, men at taka møguleikan frá skúlunum at samstarva sjálvbodnir og nýskapandi er beinleiðis skaðiligt fyri menningina av ungdóminum í Føroyum.
Niðurstøða:
Rætt er at friða bæði bygningar og økið í Hoydølum.
Politikararnir eiga at lurta eftir tí samdu bygginevndini og Gunnari Hoydal.
Í deplinum í Marknagili eiga teir tríggir skúlarnir at hava hvør sín profil.
Hugsanin um at byggja í stigum í Hoydølum má sleppast, tí hon er kostnaðarmikil og utopisk. Hon krevur eisini, at fløtan verður oyðiløgd við vegi. At halda fram við at pjøssa um gomlu bygningarnar, at flyta veggir, grava út kjallarar osfr. er meiningsleyst og ov dýrt, tí tað ger alt ov lítlan mun.
Depilin í Marknagili kann eins væl og Hoydalar brúka ítróttarøkið í Gundadali og á Hálsi.
Nógv betri pláss er í Marknagili at byggja, sum vit vilja, bæði bygningar og ítróttar-facilitetir.
Næmingarnir eiga at sleppa at velja ímillum tríggjar ymiskar skúlar og útbúgvingar í deplinum, men ongin eigur at forða teimum at brúka teir fjølbroyttu valmøguleikar, sum depilin og samstarvið gevur.
Diversiteturin í teimum trimum útbúgvingunum má varðveitast í deplinum, val- og samstarvsmøguleikarnir mugu ikki forkomast við at byggja í Hoydølum.
Hvør skúli sær skal framvegis dyrka síni serøki á høgum støði til frama fyri næmingarnar og í kapping við hinar skúlarnar, sum eisini hava síni serøki.
Synergieffektin í einum depli er sjálvandi ein stórur fyrimunur. Hon førir ikki til nivellering, tvørturímóti, um hon verður brúkt rætt, førir hon til hægri støði og talentmenning.
Stórur tørvur er á samstarvi í depli, tí annars doyggja fleiri fak út. Fakfeløgini skuldu verið tey fyrstu at barst fyri teimum lærarum, sum eru við at missa sítt arbeiðsgrundarlag vegna vantandi samstarv.
Studentaskúlin, HH og HT geva allir gymnasiala útbúgving, sum bæði er almennandi og gevur atgongd til framhaldandi lestur. Tær geva eisini allar atgongd til vinnulívið.
Stórur tørvur er eisini á samstarvi, tí annars sleppa næmingarnir ikki í nóg stóran mun at velja eftir egnum evnum og ynski, sum vit altíð ráða teimum til í lestrarvegleiðingini.
Um vit ikki liggja saman í depli, er praktiskt ómøguligt at fáa nakað burtur úr samstarvi, tí tá mugu bæði næmingar og lærarar koyra ímillum.
Tann fasti skúlaflokkurin á ymsu skúlunum má sjálvandi varðveitast í almennandi felagsfakunum sum nú, sjálvt um næmingarnir fáa nógv størri valmøguleikar.
Haldast má fast við grundhugsjónina, at samstarv í einum lítlum samfelag sum Føroyum er ein mennandi fyrimunur, samstundis sum vit halda fast við eina ávísa kapping.
Vit skulu læra at samstarva tíðliga í lívinum og koma at kenna útbúgvingarnar hvør hjá øðrum.
Vit eiga at varðveita tað besta í øllum trimum útbúgvingunum og brúka samstarvsmøguleikarnar at menna og geva íblástur til nýggjar møguleikar bæði fyri næmingar og lærarar.
Við nóg nógvum næmingum er stórur møguleiki at gera eitt 4. og 5. framhaldsár á universitetsstøði.
Eisini er størri møguleiki at gera serflokkar við næmingum, sum mangla ávísar førleikar.
Fráfallið minkar munandi, um valmøguleikarnir eru fleiri.
Almenna og fakliga støðið hjá ungdóminum sum heild fer at hækka, eins og tað eisini hendi, tá HF var knýtt upp í studentaskúlan í 1974.
Heitt verður tí inniliga á myndugleikarnar at lurta eftir bygginevndini. Gevið fyrrverandi rektarans og leiðslunnar stríði gætur. Fremjið ætlanirnar, ið hann saman við bygginevndini vegna skúlan legði fram.