Nýggjur SUV frá Nissan

Ein bilur í stødd millum Nissan Juke og Nissan Qashqai er ávegis frá Nissan. Talan er um Nissan Kicks, sum fyrst kemur á Suðuramerikanska marknaðin, har Nissan hevur gjørt eina íløgu upp á 192 milliónir dollarar til eina nýggja verksmiðju í Rio de Janeiro í Brasilia til Nissan Kicks. Seinni kemur bilurin á aðrar marknaðir sum t.d. Evropa og til Norðurlond.

 

Bilurin er gjørdur í tí eyðkenda nýggja designstílinum hjá Nissan og líkist teimum Nissan SUV sum vitt kenna.

 

Sum skilst verður Nissan Kicks ein bilur sum fæst við nógvari framkomnari tøkniligari útgerð sum t.d. Around View Monitor og Moving Object Detection, har bilførarin í skíggjanum á instrumentborðinum sær bilin í fuglaperpektiv og verður ávarðaður um ósjónligar vandar á koyribreytini.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/