Nýggjur Toyota GT 86

Toyota hevur almannakunngjørt fyrstu myndirnar av nýggja Toyota GT86. Bilurin verður sýndur fram á stóru bilaframsýningini, sum er í New York í hesum døgum.

 

Nýggi GT86 hevur sportsligari og flottari design enn forgangarin við t.d. nýggjum LED for- og baklyktum og blunkljósum. Eisini innan er tilfarið úr sera fínum kvaliteti.

 

Undirvognurin er eisini strammari, og gevur hetta bilinum betri koyrieginleikar. Motorurin er enn tann sami 2.0 litra boxaramotorurin, sum nú hevur 208 hk.

 

GT86 verður gjørdur sum eitt samstarv millum Subaru og Toyota. Subaru útgávan eitur Subaru BRZ.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/