Nýggjur venjari má setast

-


Longu áðrenn hann hevur havt fyrstu venjingarnar, hevur Jónleif Sólsker boðað frá, at hann kortini ikki fæ r verið venjari hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti.
Jónleif varð annars settur sum venjari í desember mánaði, men broyttar arbeiðsumstøuður í gerandisdegnum hava ført við sær, at hann ikki hevur møguleika at taka sær av hesum.
Enn er ikki greitt, hvønn Hondbóltssambandið ætlar sær at seta sum nýggjan venjara hjá kvinnulandsliðnum.