Nú skal gongd setast á arbeiðið at gera ein rættiligan golfvøll á Glyvursnesi.
Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt.
Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at játta eina hálva millión, sum skulu brúkast til at fyrireika ein golfvøll á Glyvursnesi.
Tað er ein fortreyt fyri yvirhøvur at fáa oyggjaleikirnar til Føroya, soleiðis, sum endamálið er.
Ein arbeiðsætlan er gjørd, har eisini Tórshavnar Golfklubbi og Ítróttasamband Føroya taka lut í fyrireikandi arbeiðinum.
Arbeiðið í hesum fyrsta stiginum fevnir serliga um at fáa fáa lendisspurningin avgreiddan og um at fáa greiði á sjálvan golfvøllin, bæði ítróttaliga, arkitektoniskt og umhvørvisliga í samband við burðardygga vatnveiting, plantuvøkstur o.a.
Greiða skal eisini fáast á, hvussu golfvøllurin skal skipast ferðavinnuliga og fíggjarliga. Eitt nú, skal ein rakstrarætlan gerast og greiða skal eisini fáast á, hvussu raksturin skal skipast.
Somuleiðis skulu tey kanna møguleikarnar fyri útlendskari fígging og um tað ber til at fáa samstarv við útlendskar partar og serfrøði bæði í Skottlandi, Íslandi og Danmark, har fleiri viðkomandi sambond longu eru knýtt.
Tað verður eisini neyðugt at fáa greiði á, hvussu ferðslan av Hamrinum á Argjum, út á golfvøllin á Glyvursnesi, skal skipast, tí hon er nógv økt.
- Men vegurin er ringur og tí er ein meting gjørd um, hvussu nógv tað fer at kosta at leggja avfresað asfalt á vegin.
- Tað fer at kosta einar 50-75.000 krónur.
Á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu eru 4,6 milliónir tøkar til golfvøll
Men fyri at fáa fyrireikingarnar í gongd verður neyðugt 500.000 krónur til endamálið. Men ein partur av tí kann eisini brúkast at at leggja avfresað asfalt á vegin.
Og tað hevur býráðið nú samtykt at játta.