Nú sær aftur ein nýggjur, føroyskur tónleikafestivalur dagsins ljós.
Tað er tónleikafestivalurin, Klimaks 2013, sum verður í Klaksvík í døgunum 24. og 25. mai.
- Vit ætla, at festivalurin skal verða eitt afturvendandi tiltak, sigur Jóan Magnus Magnussen, sum er ein av stigtakarunum.
Á skránni verða bæði føroyskir og útlendskir tónleikarar og hóast skráin ikki er liðug enn, er longu greitt, at tvey av teimum, sum fara at framføra í Klaksvík hesar dagarnar tíðliga í summar, eru Cascada, sum er við á Eurovision Song Contest og Dan Stone, sum Jóan Magnus Magnussen kallar ein av teimum størstu í heiminum innan trance tónleik.
tey bæði síggja í hvør sínum sjónbandabroti niðanfyri.