Nógv dýrast í Suðuroy

Tað kann verða rættiliga stórur munur á, hvat ein verkætlan kostar at gera, alt eftur um bygt verður í góðum ella ringum tíðum.
Í ársfrágreiðing síni nevnir Landsverk, at fyribils verður skúladepilin í Marknagili mettur at kosta 21.000 - 23.000 krónur fyri fermeturin at byggja.
Í Klaksvík kostaði tað 18.000 krónur fyri fyri fermeturin at byggja Tekniska skúla út.
- Men taka vit so Miðnámsskúlan í Hovi, sum er bygdur, meðan stór ferð var á búskapinum, táttaði prísurin fyri hvønn fermetur fast í 30.000 krónur.
- Í tí verkætlanini gjørdi tað seg harafturat galdandi, at áhugin fyri hesi byggiuppgávu var næstum ongin. Leggur Landsverk afturat.
Hann sigur, at ein tummilsregla í sambandi við eina størri byggiætlan, er, at grundøkið, trygging, prosjektering og ráðgeving annars, byggileiðsla, fakligt eftirlit og ymiskt annað fara við umleið 20 prosentum av kostnaðinum, men hini 80 prosentini fara til sjálva byggingina, altso til tilfar og handverkarar.
Harumframt kann ognartøka tíðum vera ein luftalsliga stórur fíggjarpostur og harafturat kemur so tað, at byggilendið er dýrkað nógv seinnu árini.