bridge
Kagga Cup í Bridge
Komandi leygardag verður tann sera væl umtókta parakappingin í bridge leikt í Kagganum í Tórshavn. Kappingin er vorðin ein tann best umtókta parakappingin, vit hava her heima. Sum nakað nýtt verður byrjað við, at tey bæði liðini, sum vunnu hvør sítt umfar í liðkappingini hjá BK 2000/2001 leika ein dyst á 8 spøl fyri at finna ein samlaðan vinnara.
Liðini: í kappingini eru hesi:
Bogi Simonsen, Niels Nielsen, Finn Ougaard og Høgni Jacobsen.
Per Kallsberg, Dánjal Pauli Mohr, Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen.
Lagt verður til brots klokkan 13:00 við liðfinaluni. Sjálv parakappingin byrjar kl 14:00. Av tí at pláss ikki er fyri meir enn 10 borðum, verður luttøkan avmarkað. Kappingin verður fyriskipað av Róa á Rógvu Joensen, ið hevur staðið á odda fyri fleiri av teimum best fyriskipaðu kappinginum hetta kappingarárið.
Unglinga NM í summar
Unglingalandsliðið hjá okkum skal til Trelleborg í Svøríki síðst í juni at spæla norðurlandakapping. Vit fara her í blaðnum at presentera unglingalandsliðið ein og ein. Á liðnum verða Arne Mikkelsen, Reimund Langgaard, Gunnar Mouritsen, Høgni Vesturklett, Pól Egholm og Magni Jøkladal. Ferðaleiðari og NPC verður Finn Ougaard.
Leikarin hesu ferð er:
Navn: Gunnar Mouritsen
Føddur: 18. september 1982
Bústaður: Tórshavn
Gunnar Mouritsen má sigast at vera ein av okkara evnaríku bridgespælarum. Hann byrjaði at spæla bridge í 1995. Hann hevur einaferð áður roynt seg í NM høpi, tað var í 1997, tá ið NM varð leikt í Føroyum. Gunnar hevur hetta síðsta árið leikt í 1.deild, har hann og makkarin stóðu seg væl. Gunnar gongur í 2. g í Hoydølum.
Opið hús
Unglingalandsliðið, sum fer til NM í Svøríki í summar, skipar fyri almennum parakappingum í Bridgehúsinum í Havn hvønn sunnudag, til teir fara avstað umleið 20. Juni. Longu nú sunnudagin hava teir opið hús kl 14.00. Spæligjaldið fer til fígging av ferðini hjá teimum, so teir vóna góða undirtøku.
Rottneros
Tað er komandi vikuskifti, at norðurlendska kappingin fyri steypavinnarar verður spæld í Rottneros í Svøríki. Føroyska liðið, sum vann steypakappingina her heima, er við í kappingini. Við á liðnum eru Símin Lassaberg, Árant Berjastein, Marner Joensen og Árni Dam. Kappingin hevur sína egnu heimasíðu, har vit kunnu fylgja við gongdini. Heimasíðan hjá Havnar Bridgefelag (www.bridge.fo) hevur lagt slóð til hesa heimasíðuna.
World Wide Simultan
Hendan kappingin, har leikarar um allan heimin leika somu kortgevingar, verður spæld 1. og 2. juni. Í Føroyum verður spælt fríggjakvøldið 1. juni kl. 19.00 í Bridgehúsinum í Havn. Havnar Bridgefelag og Nýggja Bridgefelag skipa fyri kappingini. Kappingarleiðarar verða Oddmar Danielsen og Arnbjørn Sivertsen, og fólk kunnu melda seg til kappingina hjá øðrum teirra.
Umboðsfundurin hjá FBS
Á umboðsfundinum hjá FBS var eingin nýggj nevnd vald. Eingin hevði nakað uppskot til nevndarlim. Eyka umboðsfundur er settur at verða í august, og tá skulu tveir nýggir nevndarlimir veljast. Gamla nevndin verður sitandi til eykafundurin hevur verið.
Uppskot varð lagt fram á umboðsfundinum um at seta ein ?løntan? skrivara í FBS at taka sær av m.a. at samskipa kappingar hjá FBS og at skipa fyri frálæru í bridge. Fólk vístu hesum uppskoti stóran áhuga. Uppskotið verður lagt fram til samtyktar á eyka umboðsfundinum í august. Verður tað samtykt, merkir hetta helst stórar broytingar fyri bridge í Føroyum, vónandi til tað betra.
Dupult skvisur
Vit skulu eisini hava eitt spæl við hesu ferð. Spælið er frá EM kappingini fyri pør í Italia fyrr í vár.
Norður
Q104
1063
J10652
Q8
Vestur Eystur
A985 3
A94 K82
AK73 Q98
62 AKJ754
Suður
KJ762
QJ75
4
1093
V N E S
- - - pass
1ut pass 2sp pass
3kl pass 3sp D
4kl pass 5kl pass
6kl pass pass pass
Meldingarnar kunnu tykjast eitt sindur løgnar. 2sp er flytimeld (transfer) til kleyvara, og tit koma í ein góðan slemm.
Hvussu spælir tú?
Leif Trapp spældi hetta sera væl. Spaðari kom út til essið, og hann trumfaði ein spaðara. Hann tók síðan klA, spældi rútara til essið og kleyvara móti borðinum. Tá klQ fall, tók hann eisini tann síðsta trumfin. Kontraktin var heima, men hvat við einum yvirstikki?
Trapp tók rúQ, spældi rútara til kongin, trumfaði ein spaðara, og støðan var nú hendan:
-
1063
J
-
9 -
A9 K82
7 -
? 5
K
QJ7
-
-
Kl 5 skvisaði nú Sunnan í major, og tá hann kastaði hjartara, kundi Trapp kasta sp9. Men hetta var bara tann fyrri skvisurin, tí hvat skuldi Norðan kasta? Hann mátti goyma rúJ, og so stóð allur hjartarin á borðinum.