Nógv fólk á bústevnu í Runavík

- Nú verður ein eftirmeting gjørd, sum fer at vísa, um bústevnan, Hús og Innbúgv 2003, verður eitt afturvendandi tiltak ella ikki, sigur Hans Petur Ellingsgaard.
Fyribils metingar siga, at 4000-5000 fólk vitjaðu stevnuna

Bústevnan

Nógv arbeiði stendst av at fyrireika og rigga til eina so stóra sølustevnu sum hana, ið seinasta vikuskiftið var í Ítróttarhøllini í Runavík. Alt skal fáast at hanga saman til røttu tíðina, og tá ið latið verður upp, skulu helst eingir ? ella minst møguligir ? snøklar hanga eftir, sum ikki eru komnir uppá pláss.
Slíkar fyrireikingar taka drúgva tíð.
Men tað eru ikki bara fyrireikararnir, sum hava tað strævið teir dagar, stevnan varar. Tað er eisini strævið at vera tann ella tey, sum skulu sýna fram sítt útboð. Nógv koyring og langir dagar á básinum, og tá ið so seinasti tímin á sølustevnuni er komin, er tíð at hugsa um at rigga av og fáa vøruna í hús aftur. Onkur er væl nøgdur, vónandi tey flestu; onnur spyrja seg sjálvi, um hetta nú var stríðið vert.
Samstundis, sum hetta eru strævnir dagar, eru teir vanliga eisini hugnaligir ? og ikki sørt spennandi. Tú møtir nógvum fólki. Summi koma av forvitni, onnur tí tey leita eftir tí, sum júst tú hevur at bjóða.

Eydnaðist væl

Mánamorgunin hitti Sosialurin ein av fyrireikarunum til bústevnuna, Hús og Innbúgv, Hans Petur Ellingsgaard.
Hann sigur, at enn er ikki endaliga uppgjørt, hvussu tiltakið hevur vignast fíggjarliga, men fyrireikararnir eru væl nøgdir við undirtøkuna, sum bústevnan hevur fingið.
- Veðrið helt sær ógvuliga væl stevnudagarnar, og vit høvdu rættiliga nógv vitjandi. Hvussu stórt samlaða talið av vitjandi er, vita vit ikki enn.
Hans Petur sigur, at fríggjadagin var ikki so nógv fólk inni á
gólvinum, men leygardagin var nógv fólk, og sunnudagin vóru uppaftur fleiri.
Spurdur, um talið av vitjandi fer yvir 2000, heldur hann, at gestirnir vóru nógv fleiri enn so, helst millum og 4000 og 5000.
- Nú verður ein eftirmeting gjørd, sum fer at vísa, hvussu bústevnan vignaðist, bæði hjá okkum fyrireikarum og hjá teimum 50 fyritøkunum, sum við vóru.
Hann sigur, at soleiðis, sum framsýnararnir, ið teir hava tosað við, hava latið frætta, er væl komið burtur úr.
- Og tað er hetta, sum í fyrsta lagi var endamálið við stevnuni hesaferð - at sjálvt tiltakið skuldi eydnast væl við nógvum vitjandi og at tær fyritøkur, sum við vóru, kundu fáa nakað burtur úr.
Hans Petur sigur, at eisini tey vitjandi vístu seg at vera væl nøgd við umstøðurnar rundan um bústevnuna.
- Eg haldi, at tiltakið sum heild eydnaðist til fulnar.
Hann sigur, at tá ið tjaldið varð sett upp seinasta hósdag, var frískur vindur, og tað sá eitt sindur møtumikið út, tí dúkurin hevði hug at larma ímóti konstruktiónini.
- Men tíbetur blíðkaði hann veðrið, soleiðis at eingir trupulleikar vóru av hesum, tá ið stevnan læt upp fríggjadagin.
Hans Petur vísir á, at konstruktiónin, sum ber tjaldinum uppi, er sterk og fer ongan veg, men hann ivast í, um tjaldið hevði verið so væl egnað, um nógvur vindur stóð á.
- Men hetta er avgjørt ein góð loysn um summarið, tá ið veðrið er gott, sigur hann.
Í tjaldinum vóru 20 av teimum tilsamans 45 básunum.

Avrigging

Tá ið vit tosaðu við Hans Petur mánamorgunin, vóru teir í holt við at rigga av aftur.
- Flestu básarnir vórðu tiknir niðuraftur í gjárkvøldið og síðstu nátt, og tá ið dagurin í dag er av, trúgvi eg, at alt er ruddað burtur aftur.
Hann sigur, at summir framsýnarar høvdu timburmenn við sær, og teir vóru eisini í holt við at taka niður, tá ið vit frættu.
- Tjaldið er ikki komið niðuraftur enn, men tað verður tikið niður í dag og í morgin, sigur Hans Petur Ellingsgaard.
Spurdur, hví fyrireikararnir ikki høvdu eitt hvørt skipað undirhald á bústevnuni, sigur hann, at ymiskar meiningar eru um, hvønn týdning hetta hevur á eini slíkari stevnu.
- Men tað var nú ikki sørt av undirhaldi kortini. Alex Bærentsen og Terji Vestergaard, sum vóru við á básunum, upptraðkaðu einar fýra ferðir og undirhildu við sangi og tónleiki.
Hans Petur sigur, at tað var við vilja, at einki skipað undirhald var á bústevnuni.
- Vit hildu, at framsýnararnir og tey, sum vitjaðu framsýningina, skuldu fáa høvi at konsentrera seg um tað, sum stevnan hevði at bjóða. Vit vildu ikki "lokka" fólk í høllina fyri undirhaldi skyld, men við tí, teir mongu framsýnararnir høvdu at vísa fram, sigur Hans Petur Ellingsgaard at enda.