Nógv fólk á grynnuni í havn í dag

Sera nógv fólk hava í dag leitað sær oman í Tórsgøtu til tiltakið »á Grynnuni«, sum aftur í ár hevur verið skránni í høvuðsstaðnum.

 

Tiltakið, sum skal varpa ljós á tað margfeldi, sum er í sjónum kring okkum, gjørdist í dag enn betur, tí veðurgudarnir vóru so blíðir.

 

Hetta er aðru ferð, at tiltakið verður hildið. Fyrstu ferð var í fjør, tá ið umleið 5.000 fólk samlaðust at royna ymiskar rávørur úr sjónum, umframt mangt annað.

 

– Tiltakið eydnaðist so mikið væl í fjør, at vit ivaðust onga løtu í, at endurtaka tað aftur í ár. Hóast onkrar tillagingar, so fer konseptið at minna nógv um tað í fjør, sigur Bogi Andreasen, sum saman við Kára Sørensen og Birgir Enni skipar fyri tiltakinum.

 

Við grillirnar í Tórsgøtu standa menn sum Gutti Winther, Leif Sørensen, Ruben Busk, Flemming Palmos og aðrir sum bjóðaðu ókeypis smakkiroyndir av ymiskum góðgæti úr sjónum.

 

Í Perluni borðreiddi Birgir Enni við síni heimskendu fiskasuppu, Harmonikuliðið undirhelt við tónleiki í Reinsarínum, Sjósavnið sýndi fram ymisk djórasløg úr sjónum, og loppumarknaður var í Sirkus.

 

 

Niðanfyri ber til at síggja fleiri myndir frá tiltakinum.