Nógv fólk heim til jóla

Fleiri enn 3.000 fólk eru komin til Føroya við antin flogfari ella skipi seinastu vikuna. Hinvegin er ikki so nógv fólk farið av landinum

Terji Nielsen


Tað hevur altíð verið vælumtókt millum føroyskar útisetar at koma heim til jóla. Í ár er einki undantak í so máta. Sum tað stendur nevnt aðrastaðnis í blaðnum, so hava 627 fólk leita sær heim við Norrønu seinastu tveir túrarnar úr Danmark undan jólum. Hetta er sjálvsagt minni parturin av ferðafólkunum, tí nógv tann størsti parturin kemur við flogfari.


Tilsamans

eini 4000 fólk

Á skrivstovuni hjá Vága Floghavn frætta vit, at í døgunum frá 14. desember, tá ið man av álvara roknar við at jólagestirnir byrja at koma, og fram til 21. desember, eru ikki færri enn 2.738 fólk komin við flogfari til Føroya. Leggja vit so tølini frá Smyril Line og Vága Floghavn saman, so sigur tað okkum, at ikki færri enn 3365 útisetar eru komnir til landið seinastu vikuna. Haraftrat skal so leggjast tað talið av fólkum, sum koma við flogfari antin 22 ella 23 desember, og tað fer helst at tátta í eini 700 tilsamans. Alt í alt vil tað so siga, at eini 4000 fólk hava leitað sær til Føroya at halda jól!