Nógv fólk við Norrønu

Hesar seinastu vikurnar hevur rættuliga nógv fólk ferðast við Norrønu samanborið við undanfarin ár, og á Smyril Line vænta tey eisini nógv ferðafólk bæði í heystfrítíðini og um jólini.

Ár ið í ár sær út til at eydnast væl hjá Smyril Line. Herfyri kunngjørdi felagið, at ferðafólkatalið í summar var um 16 prosent hægri enn í fjør, og hagtølini fyri hesar seinastu túrarnar hjá Norrønu hava somuleiðis verið stak góð.

Tað sær gott út
Áki Jespersen, deildarleiðari á skipsdeildini hjá Smyril Line, sigur, at tað sær gott út fyri hesa ársins tíð.
- Mánadagin komu sløk 700 fólk hendan vegin við skipinum, og tá ið hon fer til Danmarkar seinni í vikuni, fer ferðafólkatalið at tátta í 600, greiðir Áki Jespersen frá.
Hann sigur, at hetta eru rættuliga góð tøl fyri septembur mánað. Somuleiðis sigur Áki Jespersen, at onkur annar túrur fyrr í hesum mánaðinum hevur roynst enn betur, og tá hevur ferðafólkatalið næstan verið uppi á 1000 fólkum, og tað er óvanliga gott.
Komandi leygardag, tá ið Norrøna kemur til Danmarkar, fer hon á sleipistøð, tí at stabilisatorararnir skulu umvælast. Tískil verður eingin ferðafólkasigling í døgunum frá 24. septembur til 1. oktobur, tá ið Norrøna er liðugt umvæld.
Smyril Line hevur eisini nøkur serlig tilboð í vetrarhálvarínum, sum fleiri útisetar ivaleyst fara at gera sær dælt av á jólum. Til ber nevnliga at koma aftur og fram millum Danmark og Føroyar fyri einans 500 krónur, og tað enntá í einum av betru kømurunum, um tú bíleggur tær ferðaseðilin í góðari tíð.
Áki Jespersen sigur, at ongar kamarstreytir eru í sambandi við tilboðið, og tí kanst tú, um tú bíleggur pláss tíðliga, kanska fá pláss í einum tvey-mans kamari við kúgveyga og kuldaskápi. Ivaleyst er hetta eitt tilboð, sum kemur væl við hjá fleiri av ungu føroyingunum, ið eru uttanlands í lestarørindum, og sum ætla sær heim á jólum.