Nógv grót á Kolavegnum í Hvalba

Tá fólk fóru eftir Kolavegnum um níggjutíðina gjáramorguni, máttu tey ansa sær, tí nógv grót ella stórir steinar vóru komnir oman á vegin.

Tað kemur javnan fyri, at steinar koma oman á Kolavegin, og gjáramorgunin var aftur galið. Einir 10 stórir og minni steinar vóru komnir oman á vegin. Størsti steinurin var uml 150 kg til støddar.

- Eg havi tosað við fólk, sum fóru á Tvøroyri beint fyri klokkan átta, men tá var eingin steinur á vegnum. Myndin er tikin kl 8.55, og tá var sum tað sæst grót á vegnum, sigur Rúni Thomsen í Hvalba við Portalin.