Mett verður, at umleið 200.000 danir hava diabetes 2 uttan at vita tað Umleið 200.000 danir hava fingið staðfest, at teir hava diabetes 2, men hóast tað er tvær ferðir meiri enn fyri 10 árum síðani, er tað veruliga talið nógv størri.
Alla Flyvbjerg, professari, sigur við Berlingske Tidende, at umleið 200.000 danir hava diabetes 2, uttan at teir vita av tí. Harafturat eru millum 500.000 og 750.000, sum eru í ferð við at fáa sjúkuna, og Allan Flyvbjerg væntar, at triðingurin av teimum fær sjúkuna innan fýra ár.
Diabetes 2 er ein lívshættislig sjúka. Fáa fólk ikki viðger, kann sjúkan elva til eitt nú hjartasjúkur og blóðtøpp.