Skal tað tosast um ein profil á føroyska landsliðnum í fimleiki, so er tað Helgi Winther Olsen, sum eisini gjørdi rættiliga vart við seg fyri tveimum árum síðani.
Hann hevur vant fimleik í Danmark og er aftur hesaferð sera væl fyri, nú kappast skal á Oyggjaleikunum.
? Eg ivist onga løtu í, at Helgi fer rættiliga at markera seg á hesum Oyggjaleikunum, sigur Henrik Bjørn Bertelsen, landsliðsvenjari.
Hann heldur, at aðrir fimleikarar eisini fara at standa seg væl, men hann harmast um, at Marit Magnussen, sum hevur verið fremsti kvinnuligi fimleikarin, ikki kann vera við vegna skaða.
Liðkapping
Tríggjar ymiskar kappingar eru á Oyggjaleikunum.
Fyrst er tað liðkappingin, har kvinnur og menn kappast fyri seg á liðum.
Hjá monnum eru fýra á hvørjum liði, og úrslitini hjá trimum teimum bestu telja í uppgerðini.
Hjá kvinnum eru fimm á hvørjum liði, og har eru tað úrslitini hjá fýra teimum bestu, sum telja. Føroyska liðið er í tí støðu, at nú Marit Magnussen ikki fær verið við, eru bara fýra kvinnur á liðnum, og tí telja úrslitini hjá øllum við, hóast onkur skulu gjørt okkurt mistak.
Seinast hildu føroyingar, at teir vórðu snýttir fyri gullið í liðkappingini fyri menn, og tí fara teir at gera sítt ítarsta fyri at vinna hesa kapping á Guernsey.
Einstaklingakapping
Eftir liðkappingina verður kappast í ymiskum reiðsskapsfimleiki. Hjá monnum er talan um seks ymiskar reiðskapir og hjá kvinnum fýra.
? Her hava vit góðar møguleikar at vinna onkur heiðursmerki, og eg rokni serliga við, at menninir fara at gera vart við seg í hesum kappingum, heldur landsliðsvenjarin.
Hann vísir á, at Helgi Winther Olsen og Høgni Øster eru væl fyri at taka kappingina upp við hinar oyggjabúgvarnar.
Frí kapping
Seinasta fimleikakappingin á Oyggjaleikunum er ein frí kapping, har teir einstøku fimleikararnir tó skulu ígjøgnum onkur ávís øvilsi.
? Her er besti møguleikin hjá kvinnunum at vinna onkur heiðursmerki, heldur Henrik Bjørn Bertelsen.
? Men tað er trupult at siga, hvussu vit fara at standa okkum, tí vit vita ikki, hvussu fimleikararnir hjá hinum oyggjunum eru fyri nú. Tá ið vit hava sæð fimleikararnar kappast fyrsta dagin, eru vit blivin væl klókari, heldur hann.
Tað er tó lítið at ivast í, at fimleikurin fer at skaffa føroyingum onkur heiðursmerki á Guernsey.
Fimleikarar:
Helgi Winther Olsen
Høgni Øster
Eivind A. Hansen
Tórarin Holm Petersen
Gutti Harrysson
Poul Esper Hanusarsson
Sarita Heinesen
Anita Knudsen
Anna Hansen
Marjun Persson