Oljuleiting
At man ikki luttekur í eini útbjóðing útilokar ikki, at man ikki er við í seinni rundum. Hetta sigur Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess, nú felagið gjørdi av ikki at søkjaum teigar í 2. útbjóðing. Amerada Hess var annars ein av stóru operatørunum í 1. útbjóðing. Felagið stendur til at skula bora ein brunn aftrat áðrenn endan av 2006. Ben Arabo vísir annars á, at tað hava verið útbjóðingar í bæði Bretlandi og Noregi, har Amerda Hess ikki hevur verið við, og kortini vóru teir við í tveimum teimum seinastu útbjóðingunum í hesum báðum londunum.
Føroyski stjórin í Amerada Hess vísir á, at talan er um eina raðfesting, tá avgerð verður tikin um oljuleiting. Tað er eisini ein spurninugur, um hvussu man ynskir at arbeiða kring heimin. Hevur tú nógv jørn í eldinum aðrastaðni, vil tað altíð vera ein yvirornað raðfesting. ?Ikki tí, vit eru framvegis ein sera framstandandi operatørur í føroyskum sjógvi og vestan fyri Hetland. Ben Arabo vísir á, at tað framvegis er nógv arbeiði eftir at gera frá 1. Rundu og á Atlantsmótinum sum heild. Hann leggur aftrat, at tað er bert eitt av fyrsitøðufeløgunum við boriskyldum frá føroysku 1. Runduni, sum er við í 2 útbjóðing. Tað er Statoil. Øll hini fyritstøðufeløgini, Amerada Hess, BP og ENI eru ikki við. Heldur ikki Anadarko, sum tó ikki enn hevur bundið seg til at bora, men sum hevur stóran lut í 9 ára loyvum.
Ben Arabo heldur ikki at vit skulu leggja meira í hetta enn, at tað er so ymiskt sum oljufeløgini raðfesta og arbeiða, og so veit man eisini, hvussu skjótt tað kann venda hvønn vegin. Eitt nú er áhugin fyri Norðsjónum ikki so stórur sum hann hevur verið.