Páskini eru ein av stóru kristnu høgtíðunum, og tí er ikki undarligt, at ein í fleiri kirkjum og samkomum ger meiri burtur úr hesar komandi dagarnar.
Eitt stað, har ein hevur langar tradisjónir fyri at hava møtir á páskum er í Fríkirkjuni OASAN í Hoyvík.
Her verður aftur í ár skipað fyri páskastevnu, har fólk hava høvið at hoyra bæði føroyskar talarar og sangkreftir, og útlendingar. Tað hevur eydnast at fáa hjúnini Rachel og Gordon Hickson úr Onglandi at tala á stevnuni.
Tey ymisku missiónshúsini í Eysturoynni hava somuleiðis sínar tradisjónir í at hava páskastevnur í teimum stóru ítróttarhøllunum í oynni - Runavík, Kambsdali og á Skála. Í ár eigur Skála tørn fyri páskastevnuni sum byrjar leygarkvøldið og endar mánadagin, sum er 2. páskadagur.
Ein onnur stór páskastevna er tann sum verður hildin í ítrótarhøllini á Kambsdali. Henda stevnan byrjar við møti í Siloa (myndin) í kvøld klokkan 18, men flytir síðani leygardagin niðan í ítróttarhøllina.
Aðrastaðni verða eisini hildin serstøk møtir og gudstænastur hesar komandi dagarnar.