Eitt djúpt lágtrýst sunnan fyri Ísland liggur mest sum í stað og fyllist. Eitt rák av útsynningi við ælum liggur yvir Føroyum. Í morgin kemur eitt nýtt djúpt lágtrýst við brúgvaløgum, regni og vindi inn yvir Føroyar av suðri. Lágtrýstið fer framvið mikunáttina og verður síðani liggjandi í stað norðan fyri Føroyar til og við fríggjadagin. Hetta gevur okkum eitt kalt rák av vestri og útnyrðingi við ælaveðri. Leygardagin fer lágtrýstið í ein landnyrðing og ein hátrýstsryggur ger veðrið støðugari eitt skifti.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Út á dagin makar hann vindin og lækkar í ein sunnan. Í kvøld verður lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s. Í nátt snarar hann í ein eystan og øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl, seinnapartin yvirhøvur turt og sólglottar. Í kvøld skýggjað og í nátt regn. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 11 stig.
Í morgin
Hann hækkar vindin í ein landnyrðing og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, eitt skifti kanska upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og regn. Í annaðkvøld og mikunáttina lækkar hann í ein sunnan og útsynning, eitt skifti stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og stundum regn, seinnapartin regn. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 11 stig.
Mikudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 7 til 12 m/s, um kvøldið øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, um náttina snarar hann í ein útnyrðing og verður andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin um dagin millum 7 og 9 stig. Um náttina færri æl, men framvegis yvirhøvur skýggjað og hitin millum 4 og 8 stig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og nógv æl. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 10 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 7 til 12 m/s, sum hækkar í ein norðan og makar í lot til gul, 2 til 6 m/s. Sum frá líður turt og sólglottar. Um náttina veindur av eystri og landsynningi, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul, 6 til 10 m/s, skýggjað og út á náttina regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 10 stig.